Munurin millum rættingarnar hjá "Lundi"

Content deleted Content added
Tak burtur versjón 356625 hjá 80.77.135.114 (kjak) Hetta er okkurt barn ið hevur lagt enskan tekst afturat.
Merki: Undo
Benadikt (kjak | íkøst)
s Punktum skal ikki vera eftir cm og tílík symbol.
Linja 18:
'''Lundi''' (í víðkaðari flokking '''Atlantslundi''') (frøðiheiti - ''Fratercula arctica'') er ein [[Sjófuglar|sjófuglur]] av [[Lundar|lundaætt]], ið heldur til fram við strondini í [[Atlantshavið|Norðuratlantshavi]]. Lundi er alt árið í [[Føroyum]], men teir eru ikki av sama stovni, tí lundin, ið vit síggja um veturin, kemur úr [[Skotland]]i ella [[Noreg]]i, og lundin, vit síggja um summarið, er tann [[føroyski lundin]], sum er her frá fyrst í [[apríl]] til endan á [[september]].
 
Í [[Føroyum]] eru eini 550.000 pør av føroyskum lunda <ref>http://www.ngs.fo/Default.aspx?ID=9492</ref>. Føroyski lundin er 26-29 cm. til longdar, og longdin á veingjunum er tilsamans 47-65 cm., og hann vigar o.u. 400 g., hevur eitt sera eyðkent nev reytt, gult og blátt, hann etur [[Fiskur|fisk]] (sild, lodnu, smolt o.s.f.), æti og [[Høgguslokkar|høgguslokk]]. Eingin veit rættiliga at siga, hvussu gamlir teir verða, men tann elsti sæddi var o.u. 68 ára gamalur.
 
Lundin verpur um hálvan [[mai]]. Hann grevur sær eina holu so mikið djúpa, at armurin á einum manni ikki røkkur á botn, ella finnur hann eitt hol undir einum steini ella millum klettar. Vildu teir hava lundalandið størri, gróvu teir eitt sindur niður í tann seiga svørðin við einum lundaknavara og lótu so lundan grava tað, ið í restaði. Lundin verpur so 1 egg og liggur á egginum í 39-42 dagar, har ið makarnir skiftast um at verma eggið. Síðan fara pisurnar frá reiðrinum 35-56 dagar aftan á, at tær eru komnar úr egginum.
Linja 24:
Lundi er veiddur í meira enn 300 ár, og vit føroyingar fóru at fleyga lunda, tí vit áttu ikki so nógv av mati her í [[Føroyum]], og lundi var so tað, sum vit valdu at eta. Men so varð hann ov nógv veiddur, helst tí at teir tóku ov nógv pør við eggi at passa, so fyri at lundin skuldi ikki doyggja út av hesum, máttu teir seta eitt tíðarskeið, ið var best fyri lundan, og har ið pisan er komin úr egginum. Teir settu so eitt tíðarskeið frá [[2. juli]] til miðjan [[august]], og síðan tá hava vit so veitt lunda í hesum tíðarskeiði.
 
Lundin verður veiddur á tann hátt, at veiðimaðurin situr á eggini ella verður hann sigin niður í bergið, har teir síðan bera ta 6 alin (3,6 m.) longu fleygasteingina upp. Fuglarnir flúgva so í netið, men verri er, tá ið nógvur gamal lundi er, tí gamli lundin sleppur meira enn einaferð undan netinum. Tá ið teir hava fingið ein lunda, yppa ella kippa teir hann, so at hann doyr, og stinga hann so niður í ein posa, sum teir hava um miðjuna. Tá fleygað verður, er tað vanligasta, at veiddir verða stívliga 100 um dagin, men 200 ella 400 ber eisini til, hóast tað er sera óvanligt. Men tað sigst, at onkur hevur fingið 950 lundar í [[Mykines]]i og heili 1000 í [[Lítla Dímun|Lítlu Dímun]].
 
Lundarnir verða síðan skornir á tann hátt, at teir skera bein og veingir av, kvista, og teir taka so skinnið av, skera so bringuna upp og taka so invølirnar úr lundanum. So eru teir klárir at gera til. Vanligt er at lata fyllu í, so sum køkudeiggj, men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk gera.