Munurin millum rættingarnar hjá "Fuglafjørður"

Content deleted Content added
Terjibeder (kjak | íkøst)
No edit summary
Terjibeder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 110:
 
=== Dánjalsmiðið ===
Dánial úr Fuglafirði hevði framt lógarbrot, og var dómdur til deyða. Hann flýddi úr [[Føroyar|Føroyum]] og ætlaði sær til Íslands. Hann róði avstað við trimum dreingjum og teir høvdu snøri við. Norðanfyri [[Kalsoy|Kalsoynna]] síggja teir ein bak sita á sjónum, og Dánial biður dreingirnar seta snøri har. Teir fangaðu fullan bát av fiski, og róðu aftur á land við fiskinum. Hungursneyð var í Føroyum tá, og stóri fongsturin hoyrdist um landið, og hoyrdist eisini av embætismonnunum í [[Tórshavn|Havn]]. Teir vildu hava Dánial at fortelja hvar hann hevði fingið allan fiskin, og hann setti sum treyt, at hann skuldi blíva fríðkendur - annars segði hann teimum tað ikki. Tá lovaði [[løgmaður]] honum grið í Føroyum, og Dánial vísti teimum miðið. Fiskurin á miðinum var so nógvur, at hungursneyðin endaði á landi. Miðið hevur síðan verið kallað [[Dánjalsmiðið]]<ref name=":5" />.
 
=== Gullbrandshellið ===
Linja 136:
 
=== Trøllasteinur ===
Trøllasteinur var ein steinur, sum stóð við endan Bøvegi, millum húsini hjá Ellindi Abrahamsen og Johan Elendersen. Søgnin sigur, at einaferð kom eitt [[trøll]] inn í bóndahúsini í Toftum, sum var so stórt, at høvdið takk uppundir tróðrið í roykstovuni. Trøllið bað fólkið í húsunum fara úr húsunum, tí at okkurt fór at henda. Fólkið so gjørdi, og fór aftaná trøllinum, sum hvarv inn í Trøllastein. Eftir hetta leyp Skarðsá, sum tók bóndahúsini við sær<ref name=":3" />. Síðan hesa hendingina, er fólk flutt úr Toftum, til Garðs, og síðan í Toftir aftur. Eftir at tey eru farin at búsetast aftur í ToftirToftum, hevur Skarðsá lopið fleiri ferðir, sum hevur verið til nógvan materiellan skaða.
 
=== Varmakelda ===