Munurin millum rættingarnar hjá "Nóllywood"

Content deleted Content added
nýggj grein
 
 
Linja 2:
 
== Søgan ==
Nóllywood filmsskúlin varð fyrstu ferð hildin í Nólsoy á sumri í 2010. Filmsskúlin verður vanliga hildin um summarið í [[Nólsoy]], tó er tað eisini komið fyri, at hann hevur verið hildin í [[Tórshavn]]. Tað er [[Klippfisk (skúli)|Klippfisk]], ið skipar fyri Nóllywood.<ref>{{cite web |url=http://www.vp.fo/news/fara-undir-at-menna-filmsspirar |title=Fara undir at menna filmsspírar |last= |first= |date=8. september 2017 |website=vp.fo |publisher=Vágaportalurin |access-date=20. oktober 2020}}</ref> Tað er sum oftast fyrstu vikuna í juli, at filmsskúlin verður hildin. Í 2020 bleiv summarskúlin Nóllywood avlýstur vegna COVID-19. Men seinni sama árið varð avgjørt at hava filmsskúlan í heystferiuni í staðin. Vanliga verða filmnarnir, ið tey ungu framleiða, frumsýndir í Royndarhúsinum í Nólsoy. Hetta bar ikki til í 2020, fyri at taka atlit til smittuvanda. Í staðin bleiv filmurin frumsýndur á internetinum, á Facebook, og varð lagdur á YouTube og Instagram. Tað árið varð bert ein filmur framleiddur, tað var ein fiktiónsfilmur við heitinum Kall.<ref>[https://www.youtube.com/watch?v=nwilduDJhaI Kall á YouTube]</ref>
 
== Nóllywood filmar ==