Munurin millum rættingarnar hjá "Nóllywood"

føroyskur filmsskúli fyri ung
Content deleted Content added
nýggj grein
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 20. okt 2020 kl. 14:24

Nóllywood er ein filmsskúli fyri ung í Føroyum millum 14 og 18 ár, sum Klippfisk skipar fyri hvørt summar. Navnið er ein samanrenning av Nólsoy og Hollywood.

Søgan

Nóllywood filmsskúlin varð fyrstu ferð hildin í Nólsoy á sumri í 2010. Filmsskúlin verður vanliga hildin um summarið í Nólsoy, tó er tað eisini komið fyri, at hann hevur verið hildin í Tórshavn. Tað er Klippfisk, ið skipar fyri Nóllywood.[1]

Nóllywood filmar

Tey ungu ið luttaka á Nóllywood filmsskúlanum fáa undirvísing frá føroyskum filmsfólkum, og síðan framleiða tey í felag stuttfilmar. Talan kann vera um ymisk sløg av stuttfilmum, t.d. fiktiónsfilm, heimildarfilm ella teknifilm. Nakrir av teimum framleiddu filmunum liggja á YouTube. Fleiri av filmunum hava verið tilnevndir Geyta-virðislønina. Í 2019, tá ið Nóllywood varð fyriskipað fyri 10. ferð, blivu tríggir filmar framleiddir umframt ein "Behind the Scenes". Filmarnir vóru ein fiktiónsfilmur, "Ósøgd orð", ein heimildarfilmur, "Vit/kenslur" og ein teknifilmur, "Smoothie Baby". Allir tríggir filmar vórðu tilnevndir føroysku filmsvirðislønina Geytan árið eftir.[2]

Nóllywood-skeltið

Í juli 2018 var eitt stórt Nóllywood skeltið sett upp í Nólsoyarbygd. Hetta skeltið minnir um Hollywood skeltið. Tað vóru Nikolaj Falck og Beinir Poulsen, ið tóku stig til at gera Nóllywood-skeltið.[3] Tað er vanligt, at tey ungu saman við vegleiðarum og nólsoyingum seta upp hesi stóru bókstavaskelti við bókstavunum N Ó L L Y W O O D, tá ið filmsskúlin byrjar, og tað stendur so uppi alt tíðarskeiðið, meðan filmsskúlin er í gongd og møguliga longri. Skeltið er 3 metrar høgt og 26 metrar breitt.[4]

Keldur

Slóðir úteftir