Munurin millum rættingarnar hjá "Trælavatn"

Content deleted Content added
Terjibeder (kjak | íkøst)
No edit summary
Terjibeder (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 4:
 
== Uppruni til navnið ==
Eins og við [[Trælanípa|Trælanípu]], er upprunin til navnið Trælavatn ókendur, hóast navnið er heilt gamalt. Tó var tað ikki ókent at offra trælir til [[Ásatrúgv|norrønu gudarnar]], og tí lata nøvnini Trælanípa og Trælavatn upp fyri tankanum um, at trælir hava verið dripnir ella offraðir á staðnum<ref name=":0">{{Cite web|url=http://frodskaparfelag.fo/wp-content/uploads/2020/03/frodi-2016-nummar-2.pdf|title=Staðarnøvn kelda til trúgv forfedra okkara|last=Í Ólavsstovu|first=Vár|date=2016|website=|publisher=Frøði|accessdate=24-09-2020}}</ref>.
 
Meðan Trælanípa hevur vælkenda søgn um trælir, sum vóru stoyttir útav<ref>{{Cite web|url=https://visitvagar.fo/welcome-to-vagar/about/the-villages/midvagur/?lang=fo|title=Miðvágur|last=|first=|date=|website=|publisher=Visit Faroe Islands|accessdate=24-09-2020}}</ref>, eru ongar sagnir um Trælavatn, hóast hildið verður, at trælir hava verið druknaðir har<ref name=":0" />.
Linja 10:
Frá Kambsdali til Skálabotn er ein varðagøta, sum gongur framvið Trælavatni og [[Valaknúkar|Valaknúkum]], har [[Floksmenninir]] vóru kastaðir av, eftir at hava fingið deyðadóm. Millum fjarða er [[Stevnuválur]], har fólk eru tikin av døgum, umframt at tað verður hildið, at Varmakelda eisini er brúkt sum offurstað<ref name=":0" />.
 
Tað eru sostatt fleiri støð, rundanum Trælavatn, sum hava verið brúkt sum antin offurstað ella stað, har fólk er avrættað. Hetta er við til at undirbyggja illgrunangitingina um, at Trælavatn hevur verið brúkt til at drukna trælir.
 
== Keldulisti ==