Munurin millum rættingarnar hjá "Anton Tjekhov"

Content deleted Content added
Linja 6:
Anton Tjekhov varð føddur í havnabýnum [[Taganrog]] í [[Russland|Suðurrusslandi]]. Familja hansara hevði peningaligar trupulleikar og flutti til [[Moskva]], og har megnaði Anton at sleppa at lesa til lækna á medisinska fakultetinum. Í 1884 varð hann útbúgvin lækni, men øll lestrarárini skrivaði hann ymiskt fyri at vinnan pening til familjuna. Hann byrjaði at starvast fyri tíðarritið ''Strekoza'' í 1879 og árið eftir skrivaði hann fyri fleiri tíðindabløð, eitt nú [[Sankta Pætursborg]]-dagblaðið ''Novosti dnja'' (Dagsins tíðindi), har hann skrivaði fleiri hundrað skemtiligar søgur. Hann hevði at byrja við ikki nakrar høgar ambisjónir við skrivingini, tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, at ambisjónirnar mentist, og hann fór í holt við at skriva meira endurnýggjandi søgur. Fleiri síggja hann sum faðirin at nútíðar stuttsøguni. Hann brúkti teir innaru monologarnir, sum aðrir modernistiskir rithøvundar hava brúkt seinni, t.d. [[James Joyce]]. Í 1888 útgav hann sína fyrstu stuttu skaldsøgu, ”Steppen”, í einum bókmenta tíðarriti og seinni sama ár móttók hann Pusjkin-heiðurslønina.
[[Mynd:BW42 Tschechoff Denkmal.jpg|200px|thumb|right|Standmynd hjá Tjekhov í Badenweiler]]
Í 1901 giftist hann Olgu Knipper, sum var sjónleikarinna og var við til at framføra fleiri av sjónleikunum hjá Tjekhov. Í mai 1904 var Tjekhov deyðasjúkur av tuberlum. Hann og Olga fóru til eitt kurstað í Badenweiler í Týsklandi[[Týskland|Suðurtýsklandi]]i. Hann andaðist har 2. juli 1904.
 
==Verk==