Munurin millum rættingarnar hjá "Albert Einstein"

Content deleted Content added
No edit summary
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
 
Linja 1:
[[File:Albert Einstein Head.jpg|thumb|right|180px|Albert Einstein (1947)]]
'''Albert Einstein''' (føddur [[14. mars]] [[1879]] í [[Ulm]], [[Týskland]]i, deyður [[18. apríl]] [[1955]] í [[Princeton, New Jersey|Princeton]], [[New Jersey]]) var ein [[Týskland|týskføddur]] granskari, sum fann fram til relativitetsástøði. Hann fekk [[Nobel-heiðurslønin í alisfrøði|Nobel-heiðurslønina]] í 1921 í alisfrøði, hann fekk heiðurslønina fyri sína frágreiðing um tann fotoelektroniska virknaðin. Hann varð føddur í suðurtýska býnum Ulm, men tá hann var hálvt ára gamal flutti familjan til München, har pápin læt upp eina elektronikkfyritøku. Orsakað av peningaligum trupulleikum flutti familjan til [[Torino]] í [[Italia]] í 1894 og fáir mánaðir seinni til [[Pavia]]. Albert Einstein bleiv verandi í München fyri at gera seg lidnan við studentaskúlan. Hann valdi í 1895 at støðga í skúlanum fyri at fylgja aftaná foreldrunum.
 
16-ára gamal royndi hann at verða innskrivaður í polytekniska háskúlan í Zürichs uttan nakað studentaskúlaprógv. Hann kláraði tó ikki upptøkuroyndina, sjálvt um hann fekk topkarakterir í alisfrøði og støddfrøði, og tí tók hann í 1896 studentspróvtøku á studentaskúlanum í [[Aarau]] í [[Sveis]]. Síðan fór hann alt fyri eitt í holt við lesnaðin í alisfrøði (fysikk) á polytekniska háskúlanum, og fýra ár seinni fekk hann prógv. Sum 17-ára gamal frásegði Albert sær sítt týska ríkisborgaraskap, og í 1901 fekk hann sveisiskt ríkisborgaraskap. Eftir tvey ár við skiftandi vikariatum varð hann settur í starv sum tekniskur málsviðgeri á patentskrivstovuni í [[Zürich]].