Munurin millum rættingarnar hjá "Suðurkalifornia"

Content deleted Content added
No edit summary
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Southern California counties in red.png|thumb|right|250px|Suðurkalifornia á korti yvir Kalifornia; Suðurkalifornia er merkt við reyðum.]]
'''Suðurkalifornia''' (Southern California á enskum) er eitt landafrøðilig øki í [[Kalifornia]] í USA. Suðurkalifornia fevnir um San Bernardino County, Los Angeles County, Ventura County, San Diego County, Riverside County, Orange County og Imperial County. [[Los Angeles]] er næststørsti býur í USA og liggur í Suðurkalifornia. Aðrir stórir býir eru [[San Diego]], [[Long Beach]], [[Bakersfield]] og [[Anaheim]]. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan, men fram við [[Kyrrahav]]i er lendið fruktabetri. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Suðurkalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið.
 
Tann [[Spanskt mál|spanskttalandi]] parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Næstan helvtin (44,9 % í 2010) av fókinum í Suðurkalifornia er ættað úr [[Meksiko]] <ref>http://www.usc.edu/schools/price/research/popdynamics/pdf/2012_Lou-etal_Racially-Balanced-Cities.pdf</ref>. Tá ið Meksiko tók loysing frá [[Spania]] í 1821, var Kalifornia partur av Meksiko. Í 1846 bað Kalifornia um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Kalifornia bleiv alment lutstatur í USA 9. september í 1850.