Munurin millum rættingarnar hjá "Robert McBirnie"

Content deleted Content added
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
"lat" er boðsháttur av "at lata"; tátíð eitur "læt".
Linja 3:
 
== Tónleika- og undirhaldslívið ==
[[Mynd:Páls Høll - Robert Mc Birnie.JPG|thumb|Robert í Páls Høll, tá hon latlæt upp alment í oktober 2015.]]
Robert McBirnie var við til at stovna tónleikabólkin [[The Red Boys]] í 1959 í heimbygdini [[Vágur|Vági]] saman við Jákupi Mortensen, Tummasi Johan Midjord, sála, og Jonhardi Vest. Robert og Jákup spældu guittar, Tummas Johan spældi uppá trummu, og Jonhard spældi uppá maracas (eitt slag av ranglum, sum teir nevndu tað tá). Teir framførdu mest í Losjuni í Vági. Seinni kom Sjúrður Strøm við í Red Boys, hann spældi á harmoniku.<ref>[http://www.sandportal.fo/tnleikur/innanlands/robert-mcbirni-50-ar-a-palli.aspx Sandportal.fo, Robert Mc'Birni 50 ár á palli.]</ref> Fá ár seinni gjørdist Robert fastur limur í vælumtókta tónleikabólkinum [[Faroe Boys]], og har var hann til teir góvust at spæla saman. Robert var eisini við Faroe Boys í Íslandi, har teir vóru sera væl móttiknir. Í Føroyum spældu teir runt um alt landið, tó mest í [[Tórshavn|Havn]], har teir spældu fast tvey kvøld um vikuna, mikukvøld og leygarkvøld, í [[Sjónleikarahúsið|Sjónleikarahúsinum]] fram til 1967. Robert var forsangari í Faroe Boys, og hann skrivaði eisini nøkur av løgunum og nakrar tekstir til bólkin. [[Faroe Boys]] framførdu bæði á føroyskum og á enskum, egin løg og kend útlendsk løg.<ref>[http://tutl.nord.fo/shop/index.php?productID=198 TUTL.fo]</ref> Robert hevur eisini spælt við øðrum tónleikabólkum: ''Islanders'', ''"Robert, Jákup og Ólavur"'', ''Starlight'', ''"Robert og Jógvan"'', ''Paragraf'' og ''"Robert og Vinmenn"''. Eitt lag hjá Robert gjørdist landaplága í 1970'unum, tað var sangurin ''"Harmoniku Sørin"'', sum [[Poul F. Joensen]] hevur yrkt, og sum Robert gjørdi lag til og sang sjálvur. Robert hevur eisini sungið og útgivið vágssangin "Vágsbygd" (Vágsbygd mín heimbygd), sum Napoleon Mortensen hevur yrkt.
Umframt at vera virkin tónleikari, so er Robert eisini virkin sum undirhaldari, hann hevur m.a. sungið sangir til V4-sendingar, sum vinmaður hansara [[Niels Petur Nolsøe]] úr [[Vágur|Vági]] hevur yrkt, og undirheldur av og á til veitslur.