Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Mortensen"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
"lat" er boðsháttur av "at lata"; tátíð eitur "læt".
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 92:
Bæði í og uttanfyri [[Tórshavnar Býráð]] elvdi verkætlanin til øsing. Mótstøðan var serliga grundað á trý viðurskifti: fyri tað fyrsta var verpápi Mortensens, skipaeftirlitsmaður [[Sofus Sivertsen]], býráðslimur og formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs um hetta sama mundið.<ref>Jf. Sosialurin nr. 27 – 9. april 1975, s. 3</ref> Hetta var mett sum gegnistrupulleiki og úrslitaði í, at Sivertsen setti seg sjálvan uttanfyri ávirkan í týðandi atkvøðugreiðslum og tingingum um handilshúsið.<ref>Sosialurin nr. 37 – 24. maj 1975, s. 3</ref> Fyri tað næsta kendi táverandi handilslívið í Havn seg hótt av nýggju ætlanini og stúrdi fyri tilverugrundarlagi sínum. Fyri tað triðja bóru borgarar ótta fyri, at verkætlanin fór at vera ov stórt inntriv í býarmyndina og býarlívið. Áhugin og forvitnin vóru tó minst líka stór sum fyrivarnið.
 
Mortensen setti danska arkitektin Flemming Hansen at sniðgeva eitt nútímans handilshús við støði í upprunaføroyskum byggisniði. Mánadagin 26. juli 1976 latlæt táverandi borgarstjóri, [[Petur C. Christiansen]], fyrsta skotið av, og mikudagin [[2. november]] [[1977]] læt sølumiðstøðin hurðar sínar upp fyri almenninginum.
 
Hans Mortensen var virkisstjóri í SMS-samtakinum frá 1976 til 2007. Mortensen læt tó longu í 1996 handilsstjórasessin frá sær til sonin Niels fyri sjálvur at hugsavna seg um virkisstjórasessin. Hans Mortensen sat sum høvuðspartaeigari í samtakinum fram til næstseinasta útbýgging stóð liðug í 2007. Tá seldi hann øll síni partabrøv til sonin, Niels. Síðani tá hevur Niels Mortensen rikið og framhaldandi ment samtakið, sum í dag fevnir um tríggjar sølumiðstøðir, tríggjar handilsketur, eina røð av handilsfelagsskapum umframt eina heilsufrøðiliga kanningarstovu ([[Thetis]]).{{tk}}