Munurin millum rættingarnar hjá "Mannarættindi"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Human rights}}
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 32:
Um somu tíð mennist [[ídnaður]]in, og tað, sum vanliga verður kallað ídnaðarkollveltingin, gerst veruleiki. Higartil hevði kjakast verið um politisku rættindi einstaklingsins. Men ídnaðarkollveltingin hevði við sær almenna neyð og fíggjarligt órættvísi, sum ikki hevði havt sín líka í heimssøguni. Bardagin at bøta um fólksins almennu og fíggjarligu kor setti dám á menningina frá fyrst í undanfarnu øld og heilt at miðjuni í okkara øld. Nýggj kollvelting, tann [[Russland|russiska]] í [[1917]], boðaði frá bylting, har fjøldin í samfelagnum kravdi at vera við til at mynda tað samfelag, tey skuldu liva í. Alla hesa øldina hevur tað sett sín dám á samfelagsmenningina - Stríðið fyri vælferðarsamfelagnum, og fíggjarliga, politiska og almenna tryggleikanum hjá øllum borgarum í samfelagnum.
 
Hugsa vit um okkara egnu øld, er hon merkt av tveimum heimskríggjum. Í hesum báðum orrustum var mannfallið so stórt sum aldri áður. Ímillum kríggini bæði var álvarslig fíggjarkreppa, hart stríð fyri almennum rættindum og [[Týskland|týska]] jødajagstranin, tá var, bar boð um, at tryggleiki og grundleggjandi rættindi vóru ikki sjálvsøgd. [[Seinni heimsbardagi]] endaði við, at kjarnorkubumban var nýtt. Hesi kríggini vóru tey fyrstu, har ið fólkið var nógv meinari rámt enn fyrr og gjørdist tann stóri taparin. Kríggj og vápnað ósemja høvdu nú fingið heimsumfatnadi avleiðingar, og heimssamfelagið viðurkendi, at okkurt mátti gerast.
 
Í teirri vón at forða fyri, at ósemjur aftur skuldu fáa so ógvisligar avleiðingar sum [[Seinni heimsbardagi|Annar heimsbardagi]], var felagsskapurin [[Sameindu Tjóðir]] stovnaður [[24. oktober]] í [[1945]]. Endamálið var friður. Ein treyt fyri hesum máli er, at grundleggjandi mannarættindini verða vird. Hesi rættindi vóru staðfest í [[Mannarættindayvirlýsing|Heimsyvirlýsingini um mannarættindi]] frá [[1948]]. Yvirlýsingin er ikki bindandi løgfrøðiliga, enntá ikki í teimum londum, sum hava undirskrivað hana. Eftir tað er skoytt upp í hana, og tær viðtøkurnar eru nú bindandi fyri tey lond, sum hava skrivað undir. Í [[1966]] komu tvær av hesum viðtøkum í gildi.