Munurin millum rættingarnar hjá "Johan Dahl"

Content deleted Content added
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
'''Johan Dahl''' (føddur [[19. september]] [[1959]]) er føroyskur politikari og vinnulívsmaður. Hann er uppvaksin í [[Fámjin]], hann er sonur Jógvan Dahl, sála, úr [[Vágur|Vági]] og Ebbu, fødd Albinus, sála, úr Fámjin. Hann er giftur við Lindu Herdalur. Johan hevur verið landsstýrismaður í Vinnumálum síðan 2008. Hann hevur bankaútbúgving og ávís prógv innan merconom. Sum ungur arbeiddi hann í [[Sjóvinnubankin|Sjóvinnubankanum]], og í 1982 gjørdist hann stjóri í [[Vágs Skipasmiðja|Vágs Skipasmiðju]], sum A/S J. Dahl átti. Johan er eftirkomari hjá Dahl familjuni í Vági, sum stovnaðu fyritøkuna á Gørðunum. Hann var stjóri har til 1990. Síðan var hann stjóri í World Seafood 1991–1992, stjóri í Sp/f Faromar frá 1997, stjóri í Faroe Coldstores frá 1998, stjóri á [[Kollafjørð Pelagic]] og stjóri fyri frystigoymsluna Kloosterboer Terminal Faroe Islands í [[Kollafjørður|Kollafirði]]. Hann var stýrislimur í [[Føroya Arbeiðsgevarafelag]] 1982–1990 og stýrisformaður í Seamark Scandinavia A/S 2004–2007.
 
Johan Dahl hevur verið valdur inn á [[Føroya Løgting]] síðan [[Løgtingsvalið 2002|2002]], og hevur sum løgtingslimur verið limur í [[Løgtingsins Vinnunevnd|Vinnunevndini]] 2002–2006, limur í [[Løgtingsins fíggjarnevnd|Fíggjarnevndini]] 2002–2004, limur 2002–2004 og formaður 2004–2008 í [[Løgtingsins Uttanríkisnevnd|Uttanríkisnevndini]] umframt næstformaður 2004–2006 og formaður 2006–2008 í [[Løgtingsins Vinnunevnd|Vinnunevndini]]. Johan Dahl bleiv útnevndur til [[Føroya fiskimálaráðharri|fiskimálaráðharra]] í tí [[Fyrsta stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard|fyrstu stjórnini hjá Jóannes Ejdesgaard]] hin 3. februar 2004, men bleiv koyrdur longu 23. februar, eftir at nógv hevði verið frammi í føroysku fjølmiðlunum um ymiskt frá hansara fortíð. Hann hevur verið [[Føroya vinnumálaráðharri|vinnumálaráðharri]] síðan [[26. september]] 2008, og var virkandi fiskimálaráðharri frá 4. mai til 14. november 2011. Johan Dahl hevur eisini verið næstformaður Sambandsflokksins síðan 2007.
 
== Keldur ==