Munurin millum rættingarnar hjá "Sandavágur"

Content deleted Content added
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 63:
Sandavágur er gomul kirkjubygd og einki er at ivast í, at [[Kirkja|kirkjur]] hava verið í tí [[katólsku]] tíðini. Úr skrivligum keldum vita vit, at seks [[Kirkja|kirkjur]] hava verið í bygdini. Niðri á [[Oyru]] hava fýra [[Kirkja|kirkjur]] staði. [[Kirkja]]n, ið nú er, er bygd í [[1917]]. [[Magnus á Kamarinum]], arkitektur, úr [[Tórshavn|Havn]] teknaði [[Kirkja|kirkjuna]] og stóð fyri byggingini. Meiniheitshús varð bygt í [[1926]]. Nú er nógv bygt upp í tað. Har eru sunnudagskúli, møti, ungdómsmøti og annað [[Kristindómur|kristiligt]] virksemi. [[Losja Vakhús]], sum er fráhaldsfelag, varð stovnað fyrst í [[1930-árini|tríatiárunum]], og nøkur ár seinni bygdu teir sær hús.
 
Prýðiligt bygdarráðshús er bygt í [[1982]]. Avtrat kommunalu fyrisitingina, eru [[Vága Sjúkrakassi]], [[Vága Kunningarstova]] og Barnaverndartænastan fyri [[Vágar]], [[Vestmanna]] og [[Kvívík]], í húsinum eru eisini viðtalurúm til læknarnar.
 
Í Dagstovnurin [[Sóljugarði]] eru vøggustova, barnagarður og frítíðarheim, eini 80 børn eru í skipanini. Í [[Sóljugarði]] starvast 20 fólk.