Munurin millum rættingarnar hjá "Eiði"

Content deleted Content added
Dagført upplýsingar um tænastur og vinnu
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 27:
'''Eiði''' ([[danskt]]: Ejde) er ein bygd í [[Eysturoy]]. [[Eiðis kommuna]] fevnir um bygdirnar Eiði, [[Ljósá]] og [[Svínáir]]. Bygdirnar Eiði, [[Ljósá]], [[Svínáir]], [[Norðskáli]] og [[Oyri]] valdu í [[1894]] at fara úr felagskommuni í [[Eysturoy|Eysturoynni]] og stovna Ejdes Sogns Kommune. Fyrsti fundur í nýggju kommununi var [[1. oktober]] 1994. Í 1943 ynsktu bygdirnar [[Svínáir]], [[Norðskáli]] og [[Oyri]] at fara úr Eiðis kommunu og gerast sjálvstøðug kommuna. Hetta førdi til, at [[Norðskáli]] og [[Oyri]] gjørdust sjálvstøðug kommuna í [[1944]], meðan [[Svínáir]] varð verandi partur av Eiðis kommunu. Í kommununi búgva 750 fólk (nov. 2019). Av hesum búgva 682 fólk á Eiði (nov. 2019). Í skúlanum á Eiði ganga uml. 72 børn. Í bygdini er [[kirkja]] ([[1881]]), prestagarður, samkomuhúsini [[Mizpa]] (salur hjá [[Brøðrasamkoman|brøðrasamkomuni]]) og [[Karmel]] ([[missiónshús]]), eitt bygdasavn, fótbóltsvøllur við tilhoyrandi ítróttarhúsi (Hólmahúsið´), ið eisini inniheldur venjingarhøli og veitsluhøli. Við skúlan er mentanarhøll til um 100 fólk. Kampingpláss er á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini.
 
Í bygdini er matvøruhandil, eitt fiskiídnaðarvirki og tvey onnur smá ídnaðarvirki umframt fleiri tænastuvirki. Til bygdina hoyra 5 størri fiskifør og fleiri smærri útróðrabátar. Flestu íbúgvarnir í [[Eiðis kommuna|Eiðis kommunu]] arbeiða í fiskivinnuni, antin umborð á fiskiførunum, ella á fiskavirkinum, sum er á havnaøkinum í bygdini. Meginparturin av jørðini er ogn, ið fyri tað mesta er nokkso smábýtt, so landbúnaðurin er fyrst og fremst seyðahald til húsbrúks. Einstakir størri eigarar reka vinnuligan landbúna.
 
Á Eiði vóru 1. des. 2017 216 húski sambært yvirlitinum hjá Posta.