Munurin millum rættingarnar hjá "Sameindu Tjóðir"

Content deleted Content added
No edit summary
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 16:
== Menningararbeiði ==
[[Mynd:Un_c-130_food_delivery_rumbek_sudan.jpg|thumb|right|250px|Føroyar hava ikki atlimaskap í [[WFP]] (Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða), men føroyska landsstýrið hevur fleiri ferðir latið neyðhjálp og [[menningarhjálp]] umvegis WFP.]]
[[UNESCO]], [[UNICEF]], [[WFP]] og [[WHO]] hava gjørt vala arbeiði í [[Afrika]]. Í stórum pørtum av Afrika var fólkið plágað av herviligum sjúkum, til dømis [[malaria]], sum malariaflugan ber við sær. WHO sendir fólk til Afrika við drepandi flugueituri at spræna út yvir teir víðu vøllir, har sum malariaflugan heldur til <ref>http://www.unicef.org/health/index_malaria.html</ref>. Á sama hátt runna teir eisini út aðrar sjúkur, eitt nú sovisjúkuna. Sovisjúkan verður borin frá manni til mans av eini flugu, sum eitur tsetse-flugan. Verður henda flugan útruddað, hvørvur sovisjúkan. Fyrr vóru nógvar bygdir, har helmingurin av bygdarfólkinum var óarbeiðsførur av hesum sjúkum. Tá ið fólkini hava fingið heilsuna og eru arbeiðsfør aftur, batna lívilíkindini munandi. Tað er ikki bara fólkið, sum sjúkan rámar, hon rámar eisini neytini. Tað hevur tí verið ómøguligt at hava neyt, har sum hesar smittuberandi flugur hava livað, og veldug landaøkir hava ligið oyðin við fólk og fæ.
 
Fleiri staðir eru fólk sjúk, tí tey fáa ov einstáttaðan [[Matur|mat]] og koma soleiðis at tróta nøkur evni, sum kroppurin tørvar. Tí er WHO farin at læra hesi fólkini at dyrka aðrar matplantur og hjálpa teimum at selja nakað av teimum matplantum, sum tey heysta, so at tey kunnu keypa nakað av øðrum mati í staðin fyri. Ein annar ST-stovnur, [[WFP]], tekur sær av børnunum og roynir at fáa teimum góðan og gagnandi mat, so at tey kunnu fáa gott í beinini. Í summum støðum er tað ikki nóg mikið at grøða tey sjúku. Sjúkurnar koma aftur, tí vatnið, sum tey drekka og hava til matgerð, er fult av eitrandi bakterium. [[UNICEF]] ger megnararbeiði at útvega børnum heilivág fyri teim verstu barnasjúkum <ref>https://www.unicef.no/Dette+gj%C3%B8r+vi/N%C3%B8dhjelp</ref>. UNESCO hjálpir eisini teimum afrikansku londunum at fáa útbúgvið teimum lærarar og at fáa teimum góðar skúlabøkur til vega. Teir senda lærarar úr ymsum londum at halda skúla fyri afrikanskum børnum.