Munurin millum rættingarnar hjá "India"

Content deleted Content added
Tak burtur versjón 353440 hjá 185.47.96.75 (kjak) Herverk
Merki: Undo
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 76:
=== Mál ===
 
Tað verða tosað yvir 200 [[mál]] í India, harav 24 verða tosað av meiri enn 1 millión fólkum. Harafturat eru umleið 1500 ymsar dialektir. 17 ymisk almenn skriftmál verða nýtt (tey kunnu millum annað síggjast á pengaseðlunum við Mahatma Gandhi á). Almenna málið í India er [[Indo-evropeisk mál|indo-evropeiska]] málið [[Hindi (mál)|hindi]]. Hindi er avleggari av tí nú deyða málinum sanskrit, sum ariarir høvdu við sær, tá teir gjørdu innrás í landið. Konkani er eitt indo-ariskt mál, ið indiski etniski bólkurin konkani-fólkið tosar. Konkani verður tosað í konkani-landspartinum, sum fevnir um eitt nú Goa. Málið verður bæði skrivað við devangari (devangari er eitt alfabet, ið verður nýtt til at skriva fleiri av indisku málunum) og tí latínska alfabetinum. Konkani hevur verið í vanda fyri at doyggja út. Tann ógvusliga vesturlendska ávirkanin í India hevur havt við sær, at [[Enskt mál|enskt]] (og [[Portugisiskt mál|portugisiskt]] í Goa) eru vorðin nógv brúkt mál millum [[katolikkar]], meðan hindu-nationalisman hevur gjørt, at marathi er blivið eitt nógv brúkt mál millum hinduar. Hetta rák bleiv steðgað í 1985 av eini sterkari konkani-rørslu í Goa, sum hevði stóra undirtøku frá báðum teimum átrúnaðarligu bólkunum.
 
== Politikkur ==