Munurin millum rættingarnar hjá "Varðin Pelagic"

Content deleted Content added
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Holder (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 48:
9. juni 2017 kyknaði stórur eldur í uppsjóvarvirkinum.<ref>http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/06/08/20180608eittarsidanieldinatvoroyri</ref><ref>http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/01/02/vardinhd</ref> Eldurin kyknaði fyrrapart og innan stutta tíð varð skúlin á Tvøroyri evakueraður, eins og fólk vórðu biðin um at fara frá staðnum. Eldurin vaks í vavið og út á seinnapartin bleiv alt innan 1 kilometur frá virkinum sperrað, meðan sløkkisliðsfólk bardust við at basa eldinum.<ref>http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/09/20170609stodanvarhattislig</ref> Eldsbrunin var so umfatandi at drekkivatnið var ikki drekkandi í stórum parti av Suðuroy, vegna grun um amonniakkleka, og at roykur spreiddi seg til Fámjins.<ref>http://kvf.fo/greinar/2017/06/09/drekkid-ikki-vatnid-tvoroyri</ref><ref>http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/06/09/eisini-ngvur-roykur-fmjin</ref>
 
Verjuskipini [[Tjaldrið (vaktarskip)|Tjaldrið]] og [[Brimil (vaktarskip)|Brimil]] spulaðu við fullari orku á virkið í meira enn eitt døgn, meðan sløkkiliðsbilar vórðu boðsendir úr [[Tórshavn]] fyri at fara til [[Suðuroy|Suðuroyar]] at hjálpa til. Fólk, ið búðu tættast við Varðan Pelagic, sluppu ikki til hús fyrr enn dagin eftir eldsbrunan.<ref>http://www.in.fo/news-detail/eitt-ar-sidani-vardin-pelagic-brendi/</ref><ref>http://nyheder.tv2.dk/udland/2017-06-09-faeroeske-bygder-evakueret-efter-storbrand</ref><ref>https://www.vaga.fo/kommuna/tidindi/vardin-pelagic/</ref> <ref>http://kvf.fo/greinar/2017/06/10/trygt-fara-heimaftur</ref> Fleiri av fólkunum, ið vóru evakueraði, vóru flutt til [[Miðnámsskúlin í Suðuroy|Miðnámsskúlan]], ið liggur sunnanfyri Hovstunnilin.<ref>http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/09/20170609savnadustruntoynna</ref> Skúlabørnini í [[Tvøroyrar skúli|Tvøroyrar skúla]] vóru flutt við bussum til [[Hvalba]].<ref>http://kvf.fo/greinar/2017/06/09/drekkid-ikki-vatnid-tvoroyri</ref><ref>http://portal.fo/tilbugvingaraetlanin+hja+skulanum+riggadi+i+storan+mun.html</ref> Dagin eftir gingu enn vaktir um økið at tryggja at ongin óviðkomandi fór inn á økið, tí bygningarnir stóðu til at rapa.<ref>http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/06/11/dalet-export-1141757</ref>
 
600 tons av virkaðum fiski var í frystigoymsluni, ið ikki tók skaða av brunanum. Hetta var flutt umborð á frystiskip. Meginparturin av fiskinum var longu seldur til [[Russland|Russlands]] og [[Danmark|Danmarkar]].<ref>http://kvf.fo/greinar/2017/06/11/frystigoymslan-ongan-skada</ref>