Munurin millum rættingarnar hjá "Stelkur"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Ercé (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 14:
| flokkingarnavn_serfrøðingur = ([[Carl Linnaeus|Linnaeus]], 1758)
}}
[[File:Tringa totanus totanus MHNT.ZOO.2010.11.118.6.jpg|thumb| ''Tringa totanus totanus'']]
 
'''Stelkur''' (frøðiheiti - ''Tringa totanus'') er væl kroppstørri enn [[tjaldursgrælingur]]. Best kennist hann av teimum avbara longu, vakurt reyðu beinunum. Omaná er hann grásprøklutur við dimmum veingjafjøðrum, í neðra hvítur við svørtum prikkum. Nevið er reytt út frá rótini, dimt har frammi. Ungfuglurin er dimmgráur omaná. Í [[Føroyum]] er hann heldur sjáldsamur fuglur nú á døgum, og sera sjáldan eigur hann. Helst tíðliga á sumri hendir tað seg at síggja hann við sínum leikandi lætta gongulagi tita um við sjóvarstrondina ella niðarlaga í bønum og haganum. Tá er hann á veg til [[Ísland]]s, har hann eigur í meingi við vøtn og áir, sum hann veður út í, so langt sum tey longu beinini grynna. Kemur ravnur ella bakur nær, fylkjast stelkarnir saman og rúka á fíggindan til at reka hann burtur. Tá ið bøgan fer av reiðrinum, breiðir hon stundum mosa yvir eggini. Um heystið síggja vit teir aftur við ungunum, og tað hendir, at onkur steðgar allan veturin; tá eru teir meira dimmgráir omaná.