Munurin millum rættingarnar hjá "Hawaii"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 31:
|}
 
Staturin '''Hawaiioyggjar''' ([[Hawaiianskt]]: ''Mokuʻāina o Hawaiʻi'', [[Enskt]]: ''State of Hawaii'') er ein lutstatur í [[USA]] við 1,4 miljónum innbúgvum (2014). Hawaiioyggjar liggja langt úti í [[Kyrrahav]]inum - millum [[Norðuramerika]] og [[Japan]] - seks tíma flúgving úr [[Los Angeles]] í [[Kalifornia]]. Størsti býur og [[høvuðsstaður]] er [[Honolulu]]. Almennu málini eru tvey í tali, hawaiianskt og enskt. Í [[8. øld]] nomu [[Polynesia|polynesar]] land á Hawaii. Enn búgva nógvir eftirkomarar teirra har. Hawaiioyggjar vóru til ár [[1900]] frælst kongaríki, men gjørdust tá tjóðveldi og komu í [[Ríkisfelagsskapur|ríkisfelagskap]] við USA. Í 1959 gjørdust tær 50. veldið í USA. Flest fólk búgva á [[Oahu]], men størsta oyggin er [[Hawaii (oyggj)|Hawaii]].
 
At Hawaii eisini hevur verið bretskt [[hjáland]], sæst m.a. væl á hawaiianska flagginum. Hawaiianska flaggið hevur [[bretska flaggið]] í ovasta vinstra teigi og síðan 6 linjur, eina fyri hvønn oyggj (Hawaiʻi, [[Oʻahu]], Kauaʻi, Kahoʻolawe, Lānaʻi, Maui, Molokaʻi og Niʻihau). Mesta fólkið er samankomið úr ymsum heraldshornum - [[USA|amerikanar]], [[Kina|kinesar]] og [[japan]]ar eru flestir í tali. Á Hawaii dyrka tey nógv ananas, sukur og kaffi.
 
== Søga ==
Linja 39:
Á [[O'ahu]] og øðrum oyggjum, sum polynesar búsettu seg á, var fruktagott og gott [[Landbúnaður|landbúnaðarlendi]]. Teir búsettu seg á summum oyggjum og dyrkaðu kokosnøtur, epli, bananir og tero, og veittu vatn á markirnar. Hawaiianar sigldu í kanoskapaðum bátum til fjarskotnar oyggjar. Bátarnir høvdu tvinnanda kjalir, sum vórðu bundir saman. Bátarnir høvdu eisini árar og segl. Teir førdu konufólk, menn og børn umframt bæði [[plantur]], [[dýr]] og fræ, sum fólk høvdu fyri neyðini, tá ið tey skuldi seta búgv á oyggjunum, tey komu til. Hawaiianar vóru sjáldsama skilagóðir og dugnaligir sjómenn. Teir sigldu eftir stjørnunum ógvuliga langar leiðir, og miðjaðu seg eftir ætt og alduskoti.
 
Teir, sum vóru við [[James Cook]] (1728-17791728–1779) á triðju rannsóknarferð hansara, vóru fyrstu [[Evropa|evropearar]], sum komu til Hawai'i. Tá ið teir komu hagar, varð tikið ímóti Cook, sum var hann ein gudur, men aðru ferð, hann vitjaði oyggjarnar, gjørdist ósemja, og ein dagin, tá ið James Cook keglaðist við Hawaiibúgvar í [[Kealakekua]], varð hann dripin.
 
Í [[1959]] vórðu [[Alaska]] og Hawaii 49. og 50. stakríkið í [[USA]].
Linja 45:
=== Hendingarøð ===
 
* Uml. [[500]] - Fyrstu niðursetufólkini koma úr [[Polynesia]].
* Um [[1250]] - Farið verður at leggja stórar vatnveitingar til búnaðarjørðina í dølunum á Hawaiioyggjum.
* Um [[1300]] - Á Hawaii verður stættarbýti. Atvoldin til tað er [[Búskapur|búskaparlig]] framgongd í landbúnaðinum.
* [[1778]] - [[Stóra Bretland|Enski]] uppdagingarferðandi [[James Cook]] verður sagdur vera fyrsti [[Evropa|evropeari]] á oynnum. Hann kallar tær Sandwich-oyggjarnar eftir einum av sínum sponsorum, [[John Montagu]], 4. jalli av Sandwich.
* [[1779]], [[14. februar]] - [[James Cook]] dripin av oyggjabúgvunum.
* [[1795]] – Oynnar fyri fyrstu ferð savnaðar undir krígskonginum [[Kamehameha I]] ([[1758]]–[[1819]]). [[Kamehameha I|Kamehameha]] stóð fyri mongum nýskipanum. Hann fekk tignarheiti ''Kamehameha Mikli''.
* [[1810]] - [[Kamehameha I]] tók at enda [[Kauai]] í [[1810]], ikki við vápnamegi, men við friðarsamráðingum. Tað gav honum valdið yvir øllum Hawaiioyggjum.
* [[1819]] - [[Kamehameha I]] doyr. Eftirmaður hansara [[Kamehameha II]] ([[1797]]–[[1824]]) tekur av skipan, ið avmarkar sambandið millum konur og menn.
* [[1824]] - [[Kamehameha II]] doyr á ferð í [[Stóra Bretland]]i.
* [[1826]] - USA viðurkendi Hawaii sum eitt frælst, sjálvstøðugt land.
* [[1840]] - [[Kamehameha III]] ([[1814]]–[[1854]]) setur í gildi stýrisskipanarkongsríki; fyrsta skrivliga stýrisskipanarlógin á Hawaii.
* [[1848]] - [[Kamehameha III]] lutar jørð sundir til fólkið.
* [[1851]] – [[Kamehameha III]] leggur oyggjarnar undir vernd av [[USA]].
* [[1865]] - Fyrstu [[Kina|kinverjarnir]] koma til Hawaii at arbeiða.
* [[1874]] - [[David Kalakaua]] verður kongur á Hawaii (til [[1891]]).
* [[1887]] – Kongsvaldið formliga avtikið.
* [[1893]] - Amerikanski herflotin hersetti Hawaii við tí sum undanførslu, at tað var til fyrimuns fyri tryggleikan hjá USA. Amerikanski ráðharrin vant amerikanska flaggið á stong á Hawaii og lýsti hátíðarliga, at Hawaii nú var eitt hjáland hjá USA.
* [[1894]] – [[Lýðveldið Hawaii]] ([[1894]]-[[1898]]) sett á stovn. [[Liliuokalani]] drotning rikin frá valdinum. [[USA]] viðurkennir lýðveldið.
* [[1898]] – [[USA]] tekur Hawaii ([[4. juli]]). USA innlimaði alment Hawaii.