Munurin millum rættingarnar hjá "Fjølmiðlar"

13 bytes løgd afturat ,  3 mánaðir síðan
internetið er IKKI ein nót!
s (wikidata interwiki)
(internetið er IKKI ein nót!)
 
'''Fjølmiðlar''' hava sera stóran týdning fyri heimin nú á døgum. Teir hava leingi havt eitt sindur av týdningi, men nú eru so nógvir miðlar í mun til fyrr, tá bara avísir, lýsingar og annað var at fáa. Sum sagt eru sera nógvir miðlar nú á døgum, vit hava ikki bara bløð, [[útvarp]] og [[sjónvarp]], men túsundtals sjónvarps og útvarpsrásir. Og haraftrat kemur sjálvandi, allarhelst størsti miðlin;: alnótin[[internet]]ið. Á altnótiniinternetinum kunnu vit lesa, síggja og hoyra nærum alt hugsandi, bæði úti úr heimi, og heimanifrá. Og ikki er tað bara stóru avísirnar og sjónvarps- og útvarpsrásirnar, ið kunnu leggja tíðindi og annað út á nótinanetið, tað kann ein og hvør. T.d. um ein hevur hug at finna útav, hvussu okkurt verður gjørt t.d. við eini teldu, so er bara at fara á [[Youtube]] og leita sær rætta sjónbandisjónbandið fram. Hetta, at ein og hvør kann leggja tilfar á altnótina, er helst ikki bara gott. Síður sum Wikipedia hava óavmarkaða og ókeypis atgongd til at leggja greinar út, og av tí sama eru tær ikki altíð rættar. Tó ber til hjá øðrum at rætta í ella leggja afturat greinum, sum onnur hava skrivað. Á ensku Wikipediuni eru nógv fólk um allan heim virkin, og har er rættiliga strangt eftirlit, men framt av vanligum fólkum. Har verða síður ofta strikaðar skjótt, um ikki kelduávísingar eru, ella um evnið ella persónurin ið skrivað verður um ikki verða hildin at vera nóg týdningarmikil til at hava almennan áhuga. Tó mugu lesarar vera kritiskir, tí tað kemur meir enn so fyri, at onkur skrivar okkurt skeivt, summi gera tað enntá við vilja, tí tað halda tað vera stuttligt, tað verður nevnt vandalisma (herverk).
Fjølmiðlar ávirka heimin uppá nógvar ymiskar mátar. Millum annað, eru tað fleiri fólk, ið eru sera bundin at fjølmiðlunum, og trúgva uppá stórt sæð alt, sum tey hoyra og síggja. Tað er sum oftast altíð onkur lygn í lýsingunum ella bløðunum, og tað er fyri at lokka fólk til at keypa bløðini, men onkuntíð hava lygnirnar havt nakrar vansar á heimin. Eitt dømi er um ein prest í USA, sum hevur sagt, at heimurin gongur undir, innan fyri eitt ávíst tíðarskeið. Nógv fólk hava verið skelkaði av hesum, og enntá nøkur hava beint fyri sær.
 
2,767

rættingar