Munurin millum rættingarnar hjá "Fróðskaparsetur Føroya"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 17:
 
== Útbúgvingar ==
=== Søga ===
 
Verulig akademisk útbúgving byrjaði í [[1970]] við [[heimspeki]] og skeiði til ”filosofikum”. Tann akademiski próvlesturin byrjaði við eini náttúruvísindaligari-heimspekiligari støðisútbúgving í [[1972]]. Síðani [[1981]] hevur verið undirvíst regluliga í [[Støddfrøði|stødd]]-/[[alisfrøði]] og [[Lívfrøði|lív]]-/[[evnafrøði]], og frá [[1987]] eisini til BS í ymsum greinum.
 
Linja 26:
Á heysti [[2002]] byrjaði nýtt útbúgvingartiltak, kallað opið setur, við útbúgving í [[KT-frøði]]. Talan er um parttíðarlestur, sum kann samskipast við arbeiði innan KT-vinnuna. Fyrstu 11 studentarnir fingu BS-prógv í [[KT-frøði]] í [[februar]] [[2005]]. Í [[2003]] kom nýggj útbúgvingarkunngerð fyri allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, har allar útbúgvingar vóru skipaðar eftir Bologna leistinum við bachelor, master og Ph.D., vanliga umrøtt 3+2+3 skipanin. Allar deildir Setursins skipaðu sínar útbúgvingar eftir hesum leisti frá lestrarárninum [[2004]]-[[2005]].
 
=== Útbúgvingarnar í 2020 ===
Í 2020 skipaðu tær fimm deildirnar á Fróðskaparsetrinum fyri 11 bachelorútbúgvingum, fimm masterútbúgvingum og trimum hjánámum.
 
Bachelorútbugvingarnar í 2020 eru hesar:
*Búskaparfrøði
*Fólkaskúlalærari
*[[Føroyskt mál|Føroyskt]]
*KT-verkfrøði
*[[Lívfrøði]]
*Mýlalívsvísindi
*Námsfrøði
*Politikkur og umsiting
*Sjúkrarøktarfrøði
*Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
*[[Søga]]
 
Masterútbúgvingarnar í 2020 eru hesar:
*Føroyskt
*Heilsuvísindi
*Politikkur og umsiting
*Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
*Søga
 
Hjánámini í 2020 eru hesi:
*Føroyskt
*Samfelagsvísindi
*Søga
 
== Ávísingar úteftir ==