Munurin millum rættingarnar hjá "Kaffi"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Coffee}}
No edit summary
Linja 4:
 
Kaffiplantan er í veruleikanum eitt træ, men hon verður klipt niður til ein stóran runn. Fræið verður sáað í røðum, og tá ið plantan eftir hálvum øðrum ári hevur fest góðar røtur, verður hon flutt og sett niður í skugganum av hægri trøum. Fimm ára gomul byrjar hon vanliga at seta frukt. Kaffiberini búnast ikki øll í senn, og tí verður heystað nógvar ferðir eitt ávíst tíðarskeið. Kaffiberini verða annaðhvørt tikin við hond, ella eisini verða tey rist av greinunum niður á lørift, sum er breitt undir runnarnar. Síðan verða kaffiberini breidd út í sólina at turka. Breitt verður út yvir tey um náttina at verja tey móti døggi og regni. Eftir uml. trimum vikum eru tey nóg turr. Tornaða fruktkjøtið verður tikið uttanav við maskinu, og bønirnar verða reinsaðar og fyltar í sekkir. Kaffið er greitt til útflutnings. Áðrenn kaffið kann verða nýtt, skal tað brennast, men tað verður vanliga gjørt í kaffibrennivirkjum í keyparalondunum. Mestu kaffiframleiðaraøkini eru [[Brasil]], [[Vjetnam]], [[Indonesia]], [[Kolumbia]] og [[Etiopia]].
 
== Sí eisini ==
* [[Te]]
* [[Mate]]
 
== Keldur ==