Munurin millum rættingarnar hjá "Avstralia"

Content deleted Content added
stavivilla
Linja 104:
 
== Politikkur ==
[[Mynd:TwoParliamentsCanberra from Mount Ainslie in the evening (3407011674).jpg|thumb|right|250px|Stjórnin heldur til í [[Canberra]].]]
Í Avstralia eru seks lond, hvørt við sínari stjórn. Hesi lond eita [[Tasmania]], Ný Suður Wales, Suðuravstralia, Vesturavstralia, Viktoria og [[Queensland]]. Londini høvdu inntil 1901 einki samband hvørt við annað, men vóru stýrd sum bretsk hjálond. Í 1901 gingu londini saman í ein avmarkaðan [[Ríkisfelagsskapur|ríkisfelagskap]] og gjørdust limir í bretska heimsveldinum. Tey eintust um at grunda ein felags høvuðsstað og tóku eitt 2500 km<sup>2</sup> stórt stykki burtur av Bláu Fjøllunum í New South Wales til hansara. Høvuðsstaðurin fekk navnið [[Canberra]]. Hvørt landið velur sínar menn í felagstingið, sum situr í Canberra. Felagsstjórnin umsitur øll felagsmál, til dømis verju, uttanríkismál, post, toll, skattir, flytifólk, tryggingar, bankar og pengastovnar o. a., meðan tær einstaku landastjórnirnar taka sær av [[løgregla]], vatnveitingum, skúlum, sjúkrarøkt, búnaði og skógvinnu o. ø. Landsparturin Norðurterritorium er so stórur sum øll [[Skandinavia]], men har býr ikki meira fólk enn í [[Bergen]] (uml. 230 000). Hesin landsparturin, avstralski parturin av Antarktis og tær avstralsku oyggjarnar í Kyrrahavinum (Koralhavsoyggjar og Norfolkoy) og í Indiahavinum (Ashmore og Kartieroyggjar, Heard- og McDonald-oyggjar, Jólaoyggjin og Kokosoyggjar) liggja eisini undir felagsstjórnini í Canberra <ref>http://snl.no/Australia</ref>.