Munurin millum rættingarnar hjá "Robert McBirnie"

Content deleted Content added
slettet a
No edit summary
Linja 2:
'''Robert McBirnie''' (føddur 1943 í [[Sørvágur|Sørvági]]) er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari, tónasmiður, guitarleikari og undirhaldari. Hann er útbúgvin lærari og hevur arbeitt sum lærari í [[Vágur|Vági]] og í [[Tórshavn|Havn]]. Robert hevur verið sera virkin innan føroyska tónleikalívið, bæði við tónleikabólkum sum [[Faroe Boys]] og øðrum bólkum og sum einstaklingur. Robert er føddur í Sørvági og búði har tey fyrstu árini av lívi sínum, til hann og mamman fluttu suður til Vágs at búgva. Pápi hansara var [[Stóra Bretland|bretskur]] hermaður í [[Føroyar|Føroyum]] undir seinna Heimsbardaga. Robert hevði lítið og onki samband við pápa sín í barnaárunum, hevur hann greitt frá í føroyskari sjónvarpssending um hann, tí pápin flutti aftur til [[Ongland]]s, og Robert dugdi ikki enskt. Tá hann gjørdist vaksin, eydnaðist tað honum tó at fáa samband við familjuna hjá pápanum, og hevur hann møtt teimum fleiri ferðir síðan. Mamma Robert giftist seinni við einum manni, sum nevndist Edmund og búði suðuri í [[Vágur|Vági]], tey bæði fluttu so suður til [[Vágur|Vágs]] at búgva, og Edmund gjørdist so fosturfaðir Robert. Robert giftist seinni Armgarð (fødd Hjelm) úr Vági og saman eiga tey trý børn: Jón, Robert og Súsanna.
 
== TónleikTónleika- og undirhaldslívið ==
[[Mynd:Páls Høll - Robert Mc Birnie.JPG|thumb|Robert í Páls Høll, tá hon lat upp alment í oktober 2015.]]
Robert McBirnie var við til at stovna tónleikabólkin [[The Red Boys]] í 1959 í heimbygdini [[Vágur|Vági]] saman við Jákupi Mortensen, Tummasi Johan Midjord, sála, og Jonhardi Vest. Robert og Jákup spældu guittar, Tummas Johan spældi uppá trummu, og Jonhard spældi uppá maracas (eitt slag av ranglum, sum teir nevndu tað tá). Teir framførdu mest í Losjuni í Vági. Seinni kom Sjúrður Strøm við í Red Boys, hann spældi á harmoniku.<ref>[http://www.sandportal.fo/tnleikur/innanlands/robert-mcbirni-50-ar-a-palli.aspx Sandportal.fo, Robert Mc'Birni 50 ár á palli.]</ref> Fá ár seinni gjørdist Robert fastur limur í vælumtókta tónleikabólkinum [[Faroe Boys]], og har var hann til teir góvust at spæla saman. Robert var eisini við Faroe Boys í Íslandi, har teir vóru sera væl móttiknir. Í Føroyum spældu teir runt um alt landið, tó mest í [[Tórshavn|Havn]], har teir spældu fast tvey kvøld um vikuna, mikukvøld og leygarkvøld, í [[Sjónleikarahúsið|Sjónleikarahúsinum]] fram til 1967. Robert var forsangari í Faroe Boys, og hann skrivaði eisini nøkur av løgunum og nakrar tekstir til bólkin. [[Faroe Boys]] framførdu bæði á føroyskum og á enskum, egin løg og kend útlendsk løg.<ref>[http://tutl.nord.fo/shop/index.php?productID=198 TUTL.fo]</ref> Robert hevur eisini spælt við øðrum tónleikabólkum: ''Islanders'', ''"Robert, Jákup og Ólavur"'', ''Starlight'', ''"Robert og Jógvan"'', ''Paragraf'' og ''"Robert og Vinmenn"''. Eitt lag hjá Robert gjørdist landaplága í 1970'unum, tað var sangurin ''"Harmoniku Sørin"'', sum [[Poul F. Joensen]] hevur yrkt, og sum Robert gjørdi lag til og sang sjálvur. Robert hevur eisini sungið og útgivið vágssangin "Vágsbygd" (Vágsbygd mín heimbygd), sum Napoleon Mortensen hevur yrkt.