Munurin millum rættingarnar hjá "Sørvágsvatn"
Content deleted Content added
sNo edit summary |
sNo edit summary |
||
Linja 1:
[[Mynd:Sørvágsvatn.jpg|thumb|Sørvágsvatn.]]
[[Mynd:Sorvagsvatn_01.jpg|thumb|right|280px]]
'''Sørvágsvatn''', verður í [[Vágar|Vágum]] eisini nevnt '''Vatnið''' og í nýggjari tíð eisini '''
Tað liggur í Vágum, stutt frá [[Vága Floghavn]], og kallast Leitisvatn í bygdunum eystanfyri vatnið, meðan sørvingar kalla tað Sørvágsvatn. Sørvágsvatn liggur í 32 metra hædd í einum breiðum dali millum fjøllini á sunnara parti av Vágum. Vatnið er 3,56 km<sup>2</sup> í vídd, uml. 6 kilometrar langt og uml. 800 metrar har tað er sum breiðast. Miðaldýpið er 27,5 metrar og har tað er djúpast, 59 m. Frárenslið er tann stutta [[Bøsdalsá]], sum rennur út av berginum í [[Bøsdalafossur|Bøsdalafossi]], beinleiðis á sjógv. Suðursíðan av Vágum er illa jarðslitin og eyðkend fyri bratta bjargalendið, m.a. forbergið [[Trælanípan]], sunnanfyri Bøsdalafoss.
|