Munurin millum rættingarnar hjá "Sámal Soll"

Content deleted Content added
Lagt aftrat nýggja bókútgávu
Dagført upplýsingar
Linja 1:
[[Mynd:Sámal Soll 2014.JPG|250px|thumbnail|Sámal Soll í 2014]]
'''Sámal Kristian Soll''' (føddur [[25. juni]] [[1977]] sum Sámal Kristian Jacobsen í [[Tórshavn]]) er ein føroyskur rithøvundur og fyrrverandi formaður í [[Rithøvundafelag Føroya]] síðan 2014. Hann er útbúgvin cand. mag. í [[Enskt (mál)|enskum]] og hevur tikið hjánám í [[Føroyskt mál|føroyskum]]. Hann er elstur av 7 systkjum, vaks upp við Oyggjarvegin í Havn og flutti við familjuni til [[Hoyvík]]ar at búgva í 1984 og fór at ganga í Hoyvíkar skúla. Hann fór á studentaskúlan í [[Føroya Studentaskúli og HF Skeið|Hoydølum]], har hann tók prógv í 1997. Síðan fór hann niður til [[Aalborg]] at lesa enskt. Hann tók BA-prógv í enskum í 2001 og cand. mag. í enskum í 2004. Í 2007 fekk hann arbeiði í [[Føroya Banki|Føroya Banka]], og hevur hann eisini undirvíst í enskum í Hoydølum. Tær fyrstu stuttsøgurnar skrivaði hann, meðan hann gekk í Hoydølum. Í 2005 varð søgan "Ver ikki bangin" vald sum onnur vinnarasøgan í stuttsøgukapping, sum Bókadeildin skrivaði út. Árið eftir varð søgan givin út í søgusavni á 7 málum umframt føroyskum.<ref>[http://www.rit.fo/support rit.fo]</ref>
 
Hann hevði tríggjar stuttsøgur við í savninum Russiskur dansur, sum [[Dimmalætting]] gav út í 2001 og hevur týtt stuttsøgur úr [[Enskt (mál)|enskum]], eftir m.a [[Hemingway]], sum hava staðið í Skáanum og [[Varðin (tíðarrit)|Varðanum]]. Hann týðir gátubøkurnar í røðini Detektivstovan hjá Lassa og Maiu, sum [[Bókadeild Føroya Lærarafelags|Bókadeildin]] gevur út.
 
Í 2015 gav hann út stuttsøgusavnið Glasbúrið, ið er eitt savn við 19 stuttsøgum. Forlagið [[Sprotin]] gav út.<ref>[http://sprotin.fo/show_product.php?ProductId=671 sprotin.fo - Glasbúrið]</ref> Fýra ár seinni, í 2019, kom næsta stuttsøgusavnið, VIRUS. Forlagið [[Sprotin]] gav eisini hetta savnið út.<ref>{{Cite web|url=https://www.farlit.fo/home/2019/11/14/new-short-story-collection-1|title=New Short Story Collection|last=|first=|date=|website=|publisher=|accessdate=}}</ref>