Munurin millum rættingarnar hjá "Ævintýr"

10 bytes løgd afturat ,  1 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
s (wikidata interwiki)
s
 
Í øllum vanligum brúki verður oftast hugsað um søgurnar í bólki II, tá talan er um ævintýr. Serstakliga kanska undirbólk A, ið verður kallaður [[Gandaævintýr]] (AT 300-749). Í hesum bólki eru m.a. tær væl kendu søgurnar um ein fátækan drong, ið bjargar eini prinsessu, sum trøll við níggju høvdum ella onkur onnur yvirnatúrlig vera hevur tikið; í endanum giftist drongurin við prinsessuni og verður kongur. Ella eina fátæka gentu, ið bjargar einum prinsi, sum ofta er umskaptur til okkurt andskræmiligt, og síðani giftist við honum og gerst drotning. Øll liva síðani lukkuliga.
 
Hóast ævintýr sum skaldskaparslag upprunaliga eru munnbornar søgur, kenna vit tey nú í tíðini best og ivaleyst bert úr ritstjórnaðum, prentaðum útgávum. [[Charles Perrault]] ([[1628]]-[[1703]]) var hin fyrsti at geva út eitt savn við søgum, ið eru ritstjórnað ævintýr. Bókin kom í [[1697]] og nenvdist ''[[Søgur og frásagnir úr farnum tíðum]]'' við undirheitinum "Gásamóðir sigur frá" (''Les Contes de ma Mère l’Oye''). Millum søgurnar í hesum savni eru so víðagitnar søgur sum [[Reyðhetta]], [[Tornarósa]] og [[Øskufía]]. [[Charles Perrault|Perrault]] óttaðist bókmentaliga og mentanarliga smakkin í tíðini, lagaði søgurnar til, sum honum tókti best og gav tær út í navninum á 10 ára gamla syni sínum. Bókin gjørdist ómetaliga væl umtókt og var sum frá leið týdd til flestøll fjølment [[Evropa|evropeisk]] [[mál]]. Seinni fóru fólk aðrastaðni at savna og skriva upp ævintýr, og summpart við beinleiðis fyrimynd í søgunum hjá [[Charles Perrault|Perrault]] komu serliga í [[19. øld]] fleiri kend søvn við ritstjórnaðum ævintýrum. Kendast eru ævintýrini hjá [[Týskland|týskarunum]] [[Jacob Grimm|Jacob]] og [[Wilhelm Grimm]]. Eisini í [[Norðurlond]]um vaks áhugin, og millum kendastu útgávur eru tær hjá [[Ewald Tang Christensen]] í [[Danmark]], [[Asbjørnsen og Moe]] í [[Noreg]]<nowiki/>i, og [[Jóni Árnasyni]] í [[Ísland]]i.
 
Í [[Føroyar|Føroyum]] tók [[Jakob Jakobsen]] tráðin upp, og í árunum [[1898]]-[[1901]] gav hann út savn sítt við [[Føroyar|føroyskum]] sagnum og ævintýrum. Eisini hann ritstjórnaði søgurnar, sum hann savnaði, so vit kunnu siga, at soleiðis sum vit lesa tær hjá honum, hava tær ikki verið sagdar honum. Hansara ritstjórnan er mest av málsligum slag. Hann flytur munnliga frásøgn í skrift við teimum tillagingum, ið tá eru neyðugar, og hartil reinsar hann frásøgnina fyri útlendskan málburð. Mangt bendir á, at ævintýr valla eru gamal skaldskapur í [[Føroyar|Føroyum]]. Tað tykist, sum tey eru komin í munnliga frásøgn í [[Føroyar|Føroyum]] eftir fólksligum, einahelst [[Danmark|donskum]] útgávum. Men sum væntandi er í munnligari søgulist, hava fólk lagað tey til so við og við, so tey ofta hava [[Føroyar|føroyskan]] dám í mongum lutum. Summi teirra eru tó ivaleyst gomul í [[Føroyar|Føroyum]].
26

rættingar