Munurin millum rættingarnar hjá "Longyearbýur"

Content deleted Content added
No edit summary
Stusslig (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 27:
|established_date2=1. januar 2002}}
 
'''Longyearbýur''' er størsti býur á [[Svalbarð|Svalbarði]] og liggur í Longyeardalen á vestursíðuni á oynni [[Spitsbergen]]. Í Longyearbýnum er útvarpsstøð, skúli, skjúkrahús, bókasavn og biohøll. Heimsins norðasti býur, Longyearbýurin, varð bygdur í sambandi við námsvinnu. Har eru nógvar matstovur, og miðalaldurin er lágur. Tað kemst av at har eru nógv lesandi og universitetið virkar sum kjarnin í býnum. Landið liggur so langt norð, at tað um veturin er myrkt alt samdøgnið og ljóst um summarið.
 
Í 2015 lótu tvey fólk lív í skalvalopi í Longyearbýnum, og í desember í 2017 máttu myndugleikarnir flyta 200 fólk burtur, tí vandi var fyri skalvalopum. Umleið 10 prosent av íbúgvunum í býnum mugu hvørt ár rýma frá húsum fleiri ferðir.