Munurin millum rættingarnar hjá "Havørn"

Content deleted Content added
No edit summary
Ercé (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 14:
| flokkingarnavn_serfrøðingur = ([[Carl Linnaeus|Linnaeus]], 1758)
}}
[[File:Haliaeetus albicilla MHNT.ZOO.2010.11.96.1.jpg|thumb| ''Haliaeetus albicilla'' ]]
[[File:Haliaeetus albicilla groenlandicus MHNT.ZOO.2010.11.96.3.jpg|thumb| ''Haliaeetus albicilla groenlandicus'']]
'''Havørn''' (frøðiheiti - ''Haliaeetus albicilla'') hevur nakað minni kropp enn [[svanur]], men nógv longri flog, hálvan triðja metur. Hon er mest brún — tær gomlu hava hvítt vel; føturnir eru sólgulir. Hon eigur í fjallalondum, [[Noreg]]i og [[Svøríki]], ikki sørt á Íslandi — altíð nær við [[Sjógvur|sjógv]] ella vøtn ella stórar áir. Sum allur rovfuglur heldur hon seg mest einsamøll ella saman í pørum. Føðin er mest [[fiskur]] og [[fuglur]]. Høgt í lofti sveimar hon spakuliga um og skimast; sær hon tá fisk uppi undir vatnskorpuni, stoytir hon sær niður og tekur hann í klørnar. Tey fuglasløg, sum fara á flog, letur hon vera í frið; men teir, ið kava, eygleiðir hon, til teir koma upp; eru teir knappir undir aftur, kunna teir sleppa einar tvær ferðir; men eina ferð mugu teir steðga til at anda, og tá hevur hon klørnar í teimum, og flýgur so burt at eta teir. Á landi drepur hon ikki nógv annað enn harur og rýpur. Deyðseyða og onnur ræ á sjógv ella landi dámar henni væl. Har sum hon eigur, hevur tað hent seg, at hon hevur tikið lítil børn, so søgnin um ørnina í [[Tindhólmur|Tindhólmi]] er væl trúlig.