Munurin millum rættingarnar hjá "Sýria"

Content deleted Content added
Replacing Flag_of_Syria.svg with File:Flag_of_the_United_Arab_Republic.svg (by CommonsDelinker because: Duplicate: Exact or scaled-down duplicate: c::File:Flag of the United Arab Republic.svg).
Ávísingar + kort
Linja 14:
Borgarakríggið í Sýria byrjaði í mars í 2011 við mótmælisgongum fyri frælsi og [[fólkaræði]] við íblástri frá <<Arábiska Várinum>>, sum var ein rørsla, ið byrjaði í [[Tunesia]] á jólum árið fyri, og sum spreiddi seg til hini londini í [[Miðeystur|Miðeystri]]. Mótmælini vóru ikki væl móttikin hjá [[einaræði]]sharranum [[Bashars al-Assad]], og hann setti hart ímóti hørðum. Allar upplýsingar benda á, at sýriska stjórnin hevur brúkt evnafrøðilig eiturvápn.<ref>http://www.bbc.com/news/world-us-canada-23999066</ref><ref>http://nyhederne.tv2.dk/2014-08-27-fn-syrien-bruger-kemiske-v%C3%A5ben</ref> Tað elvdi til, at fleiri uppreistrarbólkar valdu at fara í herna ímóti Assad-stýrinum. Nú stríðist stýrið hjá Bashars al-Assad og uppreistrarbólkarnir um valdið í landinum. Fremstu uppreistrarbólkarnir, ið kríggjast um valdið eru a) [[Islamiski Staturin]] ([[ISIL]], [[ISIS]]) og aðrir [[islam]]iskir bólkar, b) Størsti andstøðubólkurin í Sýrialandi, [[SNC]], og c) Tann kurdiski [[YPG]]-herurin og peshmerga-herurin, sum vilja hava ein [[Kurdar|kurdiskan]] stat í pørtum av Sýria. Stríðshugaði bólkurin ISIL hevur yvirtikið ein stóran part, av bæði Irak og Sýria. Í juni 2015 var settur ein kalifatur til landøkið. Síðan tá, hevur [[Yvirgangur|yvirgangsbólkurin]] barst við iraksku og sýrisku stjórnina, uppreistrarfólk og kurdiskar herlig. Á leið 250.000 fólk hava latið lív undir krígnum og ein millión fólk eru særd. Tað er ikki greitt, hvussu nógv av ofrunum vóru sivil. Áðrenn borgarakríggið byrjaði búðu 22 milliónir í Sýria. Nú er helvtin flýggað. Sjey milliónir eru sonevnd innanhýsis flóttafólk. Tey búgva nú aðrastaðni í Sýria. Fýra milliónir eru flýggjaði út úr Sýria. Tað er nú orsøkin til størstu flóttafólkakreppuna millum [[Miðeystur]] og [[Europa]] síðan [[Seinni heimsbardagi|Annan Heimsbardaga]]. Tey flestu flóttafólkini halda til í nærumhvørvinum - [[Libanon]], [[Turkaland]]i og [[Jordan]], men orsaka av vánaligum umstøðum, velja alsamt fleiri at stevna móti Europa. Mett verður, at bara í ár eru fleiri enn 500.000 flýggjaði til Europa. [[Sameindu Tjóðir]] (ST) hevur fleiri ferðir verið á friðarfundum fyri at steðga blóðugu bardøgunum, men uttan at havt hepni við sær. Ein av høvuðsorsøkunum er, at stórveldini [[Russland]] og [[USA]] ikki kunnu semjast um, hvussu støðan skal handfarast. Sambandsríki Amerika heldur, at forsetin Bashar al-Assad hevur mist allan "legitimitet" við at leypa á sítt egna fólk, millum annað við eitrandi gassi. Assad er ikki partur av framtíðini hjá Sýria, halda USA og onnur [[Vesturheimurin|vestlig]] lond. Hinuvegin stuðlar Russland valdinum hjá forsetanum, tí Sýria er tættasta sambandið, sum Russland hevur í Miðeystri. Russland og Sýria hava samstarva síðan [[Kalda Kríggið]].<ref>http://www.reuters.com/article/2015/10/23/us-mideast-crisis-syria-russia-idUSKCN0SH1P820151023</ref>
 
== Ávísingar úteftir ==
{{Asia}}
*[https://www.leksikon.org/art.php?n=3098 Syrien], leksikon.org (á donskum)
*[https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/sy.html Syria], cia.gov (CIA World Factbook; á enskum)
{{Commonscat|Syria}}
{{coord|35|13|0|N|38|35|0|E|type:country_scale:6000000|display=t}}
 
== Keldur ==
{{Reflist}}
{{Asia}}
 
[[Bólkur:Sýria]]