Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
Megyeye (kjak | íkøst)
s nye fylker
Stusslig (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 67:
Noreg, vestari parturin av [[Skandinavia|skandinavisku]] hálvoynni, er smalt, langt land, úr norðasta í sunnasta landoddan eru 1700 km, meðan breiddin har, sum tað smalast er, er ikki meira enn einar 15 km. Fram við at kalla allari vesturstrondini er yðjandi fult av skerum og oyggjum, men innanfyri henda skergarðin er so djúpt, at har er farandi við heilt stórum skipum, bert tey hava kunnugan mann umborð. Tá ið hann liggur vestaneftir, kann vera ódnarveður uttan fyri skerini, men deyðaslætt innanfyri. Fyri at gera siglingarleiðina tryggari hava teir sett lyktir ella vitar á nógvar av hólmunum og oyggjunum. Firðirnir eru nógvir, og summir av teimum eru óføra langir, tann longsti er [[Sognfjørðurin]], sum er 200 km. Oftast eru firðirnir heilt djúpir, og hetta sæst eisini av teimum nógvu býunum, sum standa fram við teimum. Summastaðni fram við strondini er berg fyri, og ofta reisa steyrrættir hamrar og báðuminni firðirnar, og í støðum eru teir so høgir, at sólin sleppur ongantíð at.
 
Á einum vanligum landkorti er tann parturin av landinum, sum er hálendi, litaður við brúnum og láglendið við grønum, jú hægri landið er, dimmari er tann brúni liturin. Av hesum skilja vit, at tað mesta av NoregNoregi er fjallalendi, men vit síggja eisini, at nógvir dalar ganga niðan millum fjøllini. Teir norsku dalarnir eru ofta bæði grasgóðir og slættir, og á eysturlandinum eru teir rættiliga breiðir. Oftast rennur ein stór á, elvur, ið norðmenninir kalla, oman gjøgnum dalin, og báðuminni ánna standa húsini. Úr dalinum sæst ofta upp á eina egg, men garðarnir, helst á sólarsíðuni, kunna standa langt upp í líðini, og bøurin hjá teimum ovastu gørðunum kann ofta vera betri, enn tann hjá teimum niðri í dalinum, og hetta kemur av, at áirnar hava ført so nógvan eyr og sand við sær oman í dalin. Oman fyri bøgarðarnar tekur skógurin við, og hann gongur ofta heilt niðan á eggina, mest er tað fura, bjørk og grann, sum veksur, og skógurin er sundurmarkaður millum garðarnar. Uppi á sjálvum fjallinum vaksa bert smá bjørkatrø, men har sum lægdir ella fløtur eru, kann vera óføra loðið, og har er besti neytahagi. Hetta eru setrarnir, og niðan hagar reka bøndurnir seyð, neyt og hestar um summarið. Summir setrarnir eru heilt langt frá húsum, og fólk má liggja á setrinum ta tíðina, neytini eru har uppi. Á hvørjum setri er tí eitt lítið hús, og rundan um húsið er garður, støðil, sum neytini verða rikin inn á um kvøldarnar. Fyrr var mjólkin altíð gjørd til ost ella kirnað til smør, men nú gongur vegur til summar setrarnar, so teir koma eftir mjólkini við bili. Á summum fjøllunum er ógvuliga berligt, har veksur bara lyngur og steinmosi og so ymiskar fjallaurtir.
 
Summstaðni reisa hvassar røðir seg við høgum kavataktum tindum. Fleiristaðni eru jøklar, stórar ísfløtur, bréir, sum norðmenn kalla tær, tann størsti eitur Jostadalsjøkulin. Tá ið køld ár eru, hava jøklarnir seg omaneftir, og tað hevur hent, at teir eru komnir líka oman í tær dyrkaðu líðirnar, so bæði bøur og hús er farið undir ísin. Tey seinnu árini eru teir minkaðir. Størstu fjøllini eru Jøtunheimurin, Kjølurin, Dovrafjøll og Langfjøllini. Hægstu tindarnir eru [[Galdhøpiggen]] 2470 m, [[Gliturstindur]] 2460 m og [[Snjóhettan]] 2300 m. Frálíka natúrvakurt er á fjøllunum, og nøgd av fólki, bæði úr [[Skandinavia]] og aðrastaðni, fer hagar til stuttleika, men ísurin er svikaligur, ofta kunna rivur vera í honum, sum ókunnugt fólk ikki varnast um, so tey ganga í tær.
 
Fyri at gera tað lættari hjá fólki at ferðast í hesum óbygdum hava norðmenn frá gamlari tíð bygt smáttur víða hvar á fjøllunum, so fólk fáa hildið til har, tá ið kavarok kemur á tey. Har sum gøturnar ganga eftir fjøllunum, standa varðar sum í [[Føroyum]]. Nú verða bygdagøturnar lítið brúktar, tí teir hava lagt bæði jarnbreytir og vegir eftir fjøllunum. Á fjøllunum eru bæði úlvar og bjarnir, men kortini er ikki so nógv til av teimum nú sum fyrr. Villrein er nakað av, og rýpan trýtur ikki. Heilt norðuri ígjøgnum, á Finnmarkini teir kalla, eru stórar heiðar við bæði lyngi og mosa, har halda [[sámar]]nir til við reindjórafylgjum sínum. Í Norðurnoregi, helst á oyggjunum, eru góð fuglabjørg, og har eigur bæði [[lundi]], [[lomvigi]] og rita. Á summum hólunum eru so stór æðuvørp, at tað er ein heil innløga í dúninum. Summar av oyggjunum har norðuri eru grasgóðar og slættar, og har er óføra nógvur mógvur. Summir dalirnir í NorðurnoregNorðurnoregi eru heilt góðir, men enn liggur nógv av landinum sum hagi.
 
Harðangursvíddir eru størsti háslætti í Evropa, uml. 10 000 km<sup>2</sup>. Partar av víddunum er friðaður tjóðgarður. Aðrir partar eru undir náttúruvernd. Her eru størstu villreinaflokkarnir í [[Evropa]] og mong óvanlig [[djór]] og djór, sum eru í týdningarvanda.
Linja 81:
Fram við norsku vesturstrondini er veðurlagið ikki so ólíkt tí í [[Føroyum]], kortini er tað ikki so skiftandi sum her. Vetrarnir eru oftast heldur lýggir, og mesta avfallið fellur niður sum regn. Hetta ger Golfstreymurin, sum rekur norður við allari strondini, hann hevur lýkku í sær, og havættirnar verða tí ikki so kaldar. Sumrini kunna ofta vera heldur vátlig, og sjáldan eru tey heilt heit. Veðurlag sum hetta kallast ''strondveðurlag''.
 
Á eysturlandinum er veðurlagið øðrvísi, har eru vetrarnir kavamiklir og harðir, men sumrini eru heit. Hetta er ''landveðurlag''. Norðast í NoregNoregi er veturin eisini harður, -30 til -35&nbsp;°C er ikki óvanligt, og ofta legst ógvuligur kavi niður, men kortini plagar ísur ikki at forða fyri siglingini. Ofta ganga strangir stormar, sum gera nógv um seg. Annars halda teir, at tað er væl lýggjari í Norðurnoregi, enn tað var fyri einum 100 árum síðani. Eplir og røtur vaksa heilt norðuri í [[Finnmark]]ini, og í teimum veðurgóðu dølunum veita teir ikki sørt av korni. Har norðuri stendur sólin um hásummarið á luftini alt samdøgrið, men mitt í [[november]] hvørvur hon og sæst ikki aftur í tveir mánaðir.
 
[[Sjógvur]]in við Noregs strendur hevur almikla ávirkan á veðurlagið í landinum. Flógvur sjógvur rekur úr [[Atlantshav]]i í bæði Pólhav og Noregshav og ger lýggjari veðurlag. Veðurlagið er skiftandi, landið er stórt, og jarðfrøðiligu viðurskiftini eru ymisk. Høgu fjallaryggirnir gera, at avfallið er nógv á Vesturlandinum, og veðurlagið er meira støðugt á Eysturlandinum.
Linja 229:
Noreg er [[kongsveldi]]. Stjórnarovasti er [[Haraldur kongur V]]; Harald V kongur av Noregi saman við Haakon Magnus krúnprinsi og dóttur hansara Ingrid Alexandra, sum er nummar trý í arvafylgjuni til norsku trónuna. Núverandi norska kongshúsið er ungt. Abbi núverandi Noregs kong, Håkon VII, var í 1905 á eini fólkaatkvøðu valdur til kong eftir at samveldið við [[Svøríki]] fór í upploysn. Áðrenn hann gjørdist kongur í Noregi, nevndist hann Carl prinsur og var næstelsti sonur Fríðrikk VIII í [[Danmark]]. Núverandi Noregs kongur er triðjur í røðini í hesi ættini. Olav V ráddi fyri borgum frá 1957 til 1991, tá núverandi Harald 5. tók við. Ongantíð fyrr hevur fólksligi stuðulin til norska kongshúsið verið størri enn í 2014; ein kanning, sum Norstat hevur gjørt fyri NRK vísir, at 82 prosent av fólkinum í Noregi tekur undir við at Noreg framhaldandi skal vera eitt kongsveldi <ref>http://www.nrk.no/norge/enorm-stotte-til-kongefamilien-1.11720904</ref>.
 
Í Noregi er eisini [[fólkaræði]], t.e., at norðmenn velja, hvør skal á ting. Fjórða hvørt ár verða 169 umboð vald í [[Stórtingið]]. Allir borgarar í Noregi, sum fylla 18 ár í valárinum, ella eru eldri, hava valrætt. [[Stórtingið]] samtykkir lógirnar, sum skulu galda í Noregi, og [[Stórtingið]] velur eisini landsins stjórn. Almenna umsitingin veksur. Samfelagið verður meira og meira fjøltáttað og tískil truplari at stýra. Tí verða tey, sum arbeiða fyri bæði land og kommunur fleiri. Í privatu vinnuni verða fleiri, sum veita fólki ymsar tænastur, nevnast kunnu krambafólk, fólk í ferðavinnuni, sakførarar, v.fl. Noreg er heimsins besta land at liva í; tað vísur eitt yvirlit hjá [[ST]], sum vísur hvussu livikorini eru í heimsins londum <ref>http://theforeigner.no/pages/news/un-says-norway-still-best-place-to-live/</ref>. Yvirlitið tekur hædd fyri m.a. livialdri, útbúgving og inntøku pr. íbúgva. Yvirlitið brúkar tøl frá 2010 til at rokna livikorini út og hevur [[Avstralia]] og [[New Zealand]] sum ávíkavist nummar tvey og trý á listanum. [[Danmark]] er á einum 19. plássi, meðan [[Niger]], [[Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo|Kongo]] og [[Simbabvi]] eru niðast <ref>http://www.undp.org/publications/hdr2010/en/HDR_2010_EN_Complete.pdf</ref>.
 
{|align="center" cellpadding="0" cellspacing="0" width="40%"
Linja 279:
=== Javnrættindi ===
 
NoregiNoreg er ein av fyrstu [[tjóð]]um ið broytti støðu tá tað kom til kvinnu rættindi, minniluta rættindi og rættindi til kynsligan samleika.
 
Norra er heimsmeistari í javnstøðu. Tað vísir ein kanning frá [[World Economic Forum]] í 2008 <ref>https://members.weforum.org/pdf/gendergap/report2009.pdf</ref>. Granskarar hava mett londini eftir hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri [[Finnland]]. Á triðja plássi liggur [[Svøríki]]. [[Danmark]] er nummar sjey á listanum <ref>http://www.allcountries.org/ranks/gender_gap_gender_equality_country_rankings_2008.html</ref>. [[Samkynd]] kunnu giftast í NoregNoregi; Norra fær [[kynsleyst hjúnalag]] í 2008, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn. Hóast tað gjørdist lógligt hjá samkyndum og [[tvíkynd]]um monnum at geva blóð í [[Svøríki]] í 2010, og í [[Stóra Bretland]]i í 2011, hevur Norra enn ikki valt at broyta lógina <ref>http://www.nrk.no/trondelag/_-homofile-ma-fa-gi-blod-1.8255722</ref>. Hóast samkyndir og tvíkyndir menn ikki at sleppa at geva blóð, so sleppa samkyndar og tvíkyndar kvinnur væl tað.
 
=== Yvirgangur ===
Linja 293:
=== Skøkjulevnaður ===
 
Skøkjulevnaður er ólógligur í Norra. Í NoregNoregi verður skøkjulevnaður mettur sum harðskapur móti kvinnuni, og hetta varð bannað við lóg í 2008. Alsamt fleiri norðmenn verða tiknir fyri at keypa sex frá skøkjum. Norska [[løgregla]]n hevur t.d. í 2008 tikið 260 menn. Fleiri enn 95 % av teimum norsku prostitutieraðu eru útlendingar; flestu skøkjurnar í NoregNoregi eru úr [[Nigeria]] og [[Eysturevropa]] <ref>http://www.nettavisen.no/nyheter/article3600564.ece#</ref>.
 
== Búskapur ==
Linja 309:
Bara uml. 3 % av landinum er dyrkað. Veðrið setur harðar treytir fyri [[Landbúnaður|landbúnaði]] í Noregi. Tað er kalt og grýtut lendi, so tað er fáastaðni, at landbúnaður fæst at kasta nakað av sær. Landslagið er betri til beiti. Tí hava flestu bøndur í Noregi kríatúr. Helst seyður trívst væl, tí seyður kann ganga í brattlendi. Seyðurin er bara inni, tá ið nógvur kavi liggur.
 
Hóast ikki meir enn uml. slakur triðingur av NoregNoregi er undanvelt, so livir 20 % av fólkinum av landinum, men tá er skógbrúkið uppíroknað. Besta jørðin er á eysturlandinum, í Eysturdalinum, [[Gudbrandsdalinum]] og [[Valdres]]. Har eru summir garðarnir heilt stórir, og teir velta bæði hveiti og bygg, annars er havri tað kornslagið, sum verður mest velt í Noregi. Røtur og eplir verður velt um alt landið. Av tí teir hava so góðan summarhaga, hava norsku bøndurnir nógv neyt, harfyri mugu teir eisini hava nógv hoyggj, og grasbøurin er tí bæði stórur og væl umsitin. Í teimum sløttu dølunum á eysturlandinum brúka teir maskinamboð, men nógvastaðni er bøurin so brattur, at hann má sláast við líggja. Oftast liggur eitt strekki av skógi til garðarnar, og nógvur bøndur fáa tá líka nógv burtur úr skóginum sum tað, garðurin annars gevur av sær. Trøini verða høgd um heystið og veturin, síðan draga teir tey út á áarbakkarnar, og tá ið toybilið kemur um várið, verða tey floytt oman eftir ánni til sagvirkini, sum standa niðri í slættadalinum, har sum áin rennur møk. Ikki ber til at lata trøini reka, sum tey vilja, nakrir menn mugu fara við og ansa eftir, at tey koma ikki føst. Hesir menn, ''floytarar'' teir kalla, mugu vera bæði kvikir og djarvir, tí ikki er sjáldan, at teir noyðast út eftir stokkunum til at loysa, tá ið onkur stokkur er komin tvørtur fyri og heldur øllum fylgsninum. Tær áirnar, sum einamest viður verður floyttur eftir, eru Lågen í [[Gudbrandsdalinum]] og [[Glommen]] í Eysturdalinum. Nógv av viðinum verður útflutt sum hølvað og tilsagað timbur, men nógv verður eisini brúkt sum ráevni á ymsum ídnaðarvirkjum, ella smiðað til møblar og annað í sjálvum landinum. Á summum ídnaðarvirkjunum mala teir viðin sundur og gera hann til sellulosu, og úr henni kann fáast ymiskt, til dømis filmar, kunstsilki, spreingievni o.a.
 
Eystan og sunnan fyri Tróndheimsfjørðin er slættlendi, og har eru enn sum fyrr nógvir og stórir garðar. Á summum av hesum gørðunum fáa teir ovurhonds nógv hoyggj. Í NorðurnoregNorðurnoregi eru garðarnir oftast heldur smáir, og tað vanliga er, at bøndurnir, ið hvussu er teir, sum sita nær við strondina, rógva út, tá ið tað ber teimum til. Norðast í NoregNoregi á Finnmarkini búgva [[sámar]]nir. Teir liva av reindjórahaldi. Um veturin ganga djórini inni á heiðunum og skava sær mosa upp undan kavanum, og um summarið reka teir tey oman móti strondini. Í hørðum vetrum, tá ið skari legst á kavan, fara tey at svølta, og tá er skjótt til at tey fara burtur av leið. Men tá er vandi fyri hond, tí [[Úlvur|úlvarnir]] leggjast á tey, og [[sámar]]nir munna hala avstað við hundum at leita. Tey seinnu árini hava teir roynt at fáa hoyggj sunnanífrá, tá ið ringast hevur staðið til. 150 [[djór]] má ein maður hava, fyri at húskið kann hava nóg mikið til at liva av. Fyrr búðu sámarnir altíð í tjøldum, men nú eru teir flestu búfastir.
 
=== Ídnaður ===
[[Mynd:GDP_Norway_1865_to_2004.PNG|thumb|right|250px|Í 2008 pumpaðu norðmenn uml. 240 mió tons upp úr Norðsjónum.]]
Koli er lítið til av í Noregi, men jarn høgga teir í fleiri støðum, málmurin er kortini ikki nær so góður sum tann svenski, teir rokna við, at tað eru ikki meira enn 30 % av reinum jarni í honum, tað mesta verður selt av landinum. Kopar er í fleiri støðum, bestu námini eru við Rørås. Við Kongsberg høgga teir silvur, djúpasta holið er 1000 m undir jørð. Mesta grótið í NoregNoregi er granitt, hetta er bæði hart og vakurt grótslag. Tætt við býin [[Halden]] hava teir ovurhonds stórt gróthol. Har verður grótið sagað ella høgt til flísar ella laðingargrót, og síðan verður nógv av tí selt til ymis lond. Summastaðni er eitt annað grótslag, sum eitur skifer, tað verður sagað til taksteinar. Til drívkraft í ídnaðarvirkjunum brúka teir allastaðni elmegi, og hon trýtur ikki í NoregNoregi. Fossarnir eru bæði stríðir og nógvir og elvirkini mong. Eitt tað størsta elverkið er við Rjukanfossin á Suðurlandinum. Har gera teir ovurhonds nógv kálksalpetur. Nógvur ídnaður virkar vøruúrdráttir úr bæði fiskivinnu og landbúnaði. Nevnast kunnu t.d. sláturvirki, mjólkarvirki og virki, sum súlta grønmeti og frukt. Nevnast kunnu eisini virki, sum gera ymsar útdráttir úr fiski o.ø. Norðmenn fáa nógva orku úr náttúruni. Teir fáa t.d. ravmagn úr vatnorku. Noreg er eitt av teimum fáu londunum í heiminum, sum fær alla el-orku sína úr vatnorkuverkum.
 
Norðmenn fáa uml. 12 ferðir so nógva jarðgass og olja, sum teir brúka sjálvir. Meginparturin verður tískil fluttur út. Síðani fyrsta oljukeldan, Ekofisk, varð funnin á norska landgrunninum í 1969, hevur oljuvirksemið otað seg longur og longur norður eftir framvið norsku strondini. Í dag fevnir leitingin eisini um økini heilt har norðuri í [[Barentshav]]inum. Men tað finnast eisini undantøk tvs. øki, har mótstøðan móti oljuleiting hevur verið so mikið stór, at tað hevur ikki eydnast oljumyndugleikanum at fáa grønt ljós frá Stórtinginum til at lata upp t.d. leiðirnar við Lofoten, Vesterålen og Senja fyri oljuleiting og eftir tað framleiðslu. Flokkarnir í Stórtinginum eru ósamdir um í heila tikið at loyva leiting í hesum økinum, ið er ríkt fiskiøki og sera náttúruvakurt. [[Arbeiðaraflokkurin]], [[Høgri|Høgra]] og [[Framburðsflokkurin (FrP)|Framburðsflokkurin]] eru fyri leiting. Sosialistiski Fólkaflokkurin, Miðflokkurin, Vinstri og Kristiligi Fólkaflokkurin eru ímóti <ref>http://www.dagsavisen.no/samfunn/vil-vente-med-olj-eboring-i-lofoten/</ref>. Higartil hevur tað so ikki verið møguligt at fáa meiriluta fyri oljuvirksemi í økinum.
Linja 324:
Av tí fólkinum, sum býr úti við norður- og vesturstrondina, livir tað mesta av hvalaveiði, fiskiskapi ella sigling. [[Fiskur]]in trýtur ikki fram við norsku strondini. Á Sørlandinum fiska teir nógvan [[makrel]]. Um summarið fáa teir hann í gørnum, sum verða sett um kvøldið og tikin uppaftur morgunin. Um heystarnar kemur makrelurin inn á firðirnar, og tá kasta teir nót eftir honum. Á Vesturlandinum er tað toski og sild, teir royna eftir. Í [[januar]] mánað koma sildatorvurnar inn móti Mørustrondini, og so geva tær seg so við og við suður við landinum. Sildin verður fingin bæði við snurpunót, og, tá ið torvurnar geva seg heilt inn á firðirnar, við vanligari nót. Fitisildin kemur um heystið og stendur fram við allari vesturstrondini líka norður í [[Finnmark]]ina. Nógv av sildini verður saltað, og nakað verður lagt í blikk, men meginparturin fer til sildaoljuvirkini og verður gjørt til t.d. sildamjøl ella sildaolju.
 
Nú kraftblokkur meira og meira verður settur í veiðiskipini, og teir kunna nýta bæði betri og størri nótir, kann hetta økja nógv um veiðinøgdina. [[Toskur]] fæst fram við allari vesturstrondini, men bestu miðini eru norðuri við Lofoten og Møre. Januar til apríl er besta tíðin har norðuri, tá kemur fiskurin inn at gýta og stendur ofta tættur á grunnunum. Tá leita smærri og størri før av øllum norðurlandinum til Lofoten. Í øllum bygdum har norðuri, sum hava so fræga bryggju, at skip fáa lagt at, yðjur við fólki, og tað er sum lívið er vaknað av nýggjum aftan á tann myrka veturin. Sum allastaðni verður nú í Noregi meira og meira av tí fiski, sum kemur feskur til lands, skorið til flak og útflutt í frystum líki. Størsta flakavirkið í NoregNoregi er Findus í Hammerfest, sum [[Føroyar|føroyskur]] verkfrøðingur hevur verið uppií at leggja til rættis <ref>http://img7.custompublish.com/getfile.php/1220930.1277.twtudxxwss/Findus-historikk.pdf?return=www.kystmuseene.no</ref>. Nakað av fiskinum verður saltað og selt sum [[saltfiskur]] til t.d. [[Italia]] og onnur lond, ella hann verður virkaður til [[klippfisk]] og seldur til [[Brasil]] ella [[Spania]]. Men nógv verður bara flakt og síðan hongt upp at turka. Norðmenn selja eisini hópin av turrum fiski til lond í [[Afrika]].
 
Eitt annað gott fiskipláss er norðuri í [[Finnmark]]ini. Um várarnar kemur eitt lítið laksaslag, sum eitur loddan, inn á firðirnar at gýta, og [[toskur]]in gongur aftan á hana. Hesa árstíðina kunna teir fiska heilt nógv har norðuri. Men Íshavið er svikaligt, og ikki er tespiligt, tá ið hann brennur á við kavaroki og stormi av útnyrðingi. Men tað er ikki bara fram við strondini, at norðmenn royna. Summir leita eisini til [[Hetland]]s ella [[Føroya]], og summi línuskipini royna í Eystur- og [[Grønland|Vesturgrønlandi]] og føra góðan fong av toski og kalva heim. Í norsku áunum er væl til av bæði eyrriða og laksi, og helst norðuri í [[Troms fylke|Troms]] veiða teir hópin av laksi. Í vøtnunum er nógvur eyrriði, og menn fáa hópin av peningi frá fremmandum sílafiskarum, sum leiga sær rætt at fiska.