Munurin millum rættingarnar hjá "Stjørnufrøði"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Astronomy}}
No edit summary
 
Linja 1:
[[Mynd:Moon_Dedal_crater.jpg|thumb|right|275px]]
'''Stjørnufrøði''' er grein innan [[náttúruvísindi]]nani, sum snýr seg um rúmdarlutir so sum [[Stjørna|fastastjørnur]], [[gongustjørnur]], [[halastjørnur]], [[stjørnubreyt]]ir og [[stjørnuskipan]]ir. Hon snýr seg eisini um fyribrigdi uttan fyri jarðarinnar atmosferu (til dømis [[kosmiska bakgrundsstráling|kosmisku bakgrundsstrálingina]]). Hon fæst við [[evolutión]], [[alisfrøði]] (fýsikk), [[meteoronomi]] og hvussu himinknattar ella rúmdarlutir ferðast, og við hvussu alheimurin bleiv til og hvønn veg hann mennist.
 
Stjørnufrøðin er ein av elstu vísindagreinum. Í forðum eygleiddu stjørnufrøðingar náttarhimmalin og royndu at gera ymsar skipanir, og sera gomul astronomisk tól eru funnin ymsastaðni, men tað var ikki fyrr enn stjørnukikarin varð uppfunnin, at astronomiin bleiv ein røtt vísind. Allar hesar lærur og hesi fyribrigdi hava verið partur av astronomi: astrometri, himnanavigatión, eygleiðandi astronomi, stjørnuspá og hvussu kalendarir vórðu gjørdir. Í dag verður stjørnufrøði mett vera tað sama sum astrofýsikk. Í [[20. øld]] fór stjørnufrøðin sundur í eygleiðandi og ástøðiliga stjørnufrøð. Eygleiðandi stjørnufrøði fæst við at fáa upplýsingar til vega og granska tær á grundleggjandi [[alisfrøði]]ligan hátt. Ástøðilig stjørnufrøði mennir [[Telda|telduskipanir]] og analýtiskar skipanir, sum skulu frágreiða stjørnufrøðilig lutir og fyribrigdi. Hesar báðar greinirnar hanga saman, av tí at ástøðiliga stjørnufrøðin roynir at greiða frá tí, sum eygleiðandi stjørnufrøðin sær, og eygleiðingarnar styrkja ástøðina.