Munurin millum rættingarnar hjá "Izmir"

4 bytes løgd afturat ,  4 mánaðir síðan
s
 
 
== Søga ==
Býurin varð stovnaður av aiolsikum grikkum undir fornøldini sum Μύῥρα (Mýrrha). Ár [[688 f.Kr.]] varð býurin vunnin av jónum úr Kolofon, ið var nærhendis, og varð innlimaður í jóniska samveldið. Býurin varð lagdur í oyði av tí lydiska konginum Alyattes umleið ár [[600 f.Kr.]], og síðan lá hann oyðin í umleið 300 ár, til hann varð bygdur aftur av Antigonos I Monofthalmos 4 km í ein útsynning av tí gamla býnum, úti við havið. Lysimachos gjørdi Smyrna til ein av vakrastu býunum í Eystri. Seinni hoyrdi býurin til tað sýriska og tað pergamenska ríkið, til hann ár [[133 f.Kr.]] gjørdist partur av tí rómverska landslutinum ''[[Asia (landslutur)|Asia]]''. Harðir jarðskjálvtar vóru í Smyrna í [[178 f.Kr.|178]] og [[180 f.Kr.]], men býurin varð bygdur upp aftur av keisara varð av [[Marcus Aurelius]].
 
Býurin verður umrøddur sum Smyrna í [[Opinbering Jóhannesar]], og [[Polykarpos]] doyði martyrdeyðan í Smyrna umleið ár [[155]]. Í miðøldini hoyrdi býurin leingi til tað [[Byzantinska ríkið]], síðan hoyri býurin til [[Lýðveldið Genova]] og [[Lýðveldið Venedisia]] áðrenn hann gjørdist høvuðsstøð hjá [[Maltesaraordanin]]i. Maltersarariddararnir vóru riknir út ár [[1402]] av [[Timur Lenk]], og ár [[1425]] tóku osmanarnir ræði á býnum. Undir [[Fyrra heimskríggj|Fyrra heimskríggi]] varð Smyrna undir álopi fleiri ferðir av teimum sameindu. Í býnum búði eitt stórt tal av grikkum, og sambært [[Sèvres-friðaravtalan|Sèvres friðaravtaluni]] í [[1920]], sum kom eftir fyrra heimskríggj, so fall býurin og økini kring býin til Grikkaland. Undir griksk-turkiska krígnum (1919-1922) varð býurin tó vunnin aftur av Turkalandi, og tað varð staðfefst í [[Lausanne-friðaravtalan|Lausanne-friðaravtaluni]] í [[1923]]. Býurin hevur verið turkiskur síðan tá.