Munurin millum rættingarnar hjá "Klassiskar gudalærur"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
→‎Neoptolumos: Stavivilla rættað: "lat" er boðsháttur av "at lata", tátíð eitur "læt".
 
Linja 132:
 
=== Romulus ===
'''Romulus''' Merkirmerkir 'rómverskur'. Grundlegði Róm og nevndi hann eftir sær. Hann verður oftast sagdur vera av ætt Eineiasar og kongunum í Alba. Hann og tvíburðin Remus vóru synir Reu Silviu (1) (ella Iliu) og abbasynir Numitorar, hvørs yngri bróðir hevði rænt trónuna frá honum. Fleiri sagnir eru tó um uppruna Reu Silviu og sona hennara. Onkuntíð verða kongarnir í Alba lopnir um og Rea er tá dóttir Eineias. Onkrir høvundar hava gjørt Remus og Romulus til synir Eineiasar og Dexiteu. Í hesari søgnini vórðu tvíburðarnir fluttir til Italia á ungum aldri. Aðrar sagnir gera Romulus til son Romu og Latinosar. Móðir hansara verður stundum nevnd Emilia og var tískil dóttir Eineiasar og Laviniu. (Sí Tarketios um eina aðra søgn.)
Mars var faðir Remus og Romulus. Hann tøldi Reu Silviu í tí halga skóginum, hagar hon var farin eftir vatni. Eisini sigst, at gudurin legði seg hjá henni meðan hon svav. Farbróðir Reu, Amulios, varnaðist, at hon var upp á vegin og setti hana í fongsul. Tá hon hevði átt, legði kongurin teir út á bakkarnar við tiberánna við fótin á Palatinheyg. Eisini sigst, at Amulios sendi ein húskall sín at drukna børnini í tiberánni, men at hann ikki vildi drukna tey og legði tey í staðin í eina kurv og legði kurvina á ánna. Síðani fór kurvin við streyminum, varð syft upp á land og endaði undir einum fikutræi (ið varð nevnt 'fikus ruminalis', og ið seinni varð gjørt heilagt). Har fann ein kvennúlvur, ið júst hevði lagt, Remus og Romulus. Honum tókti synd í teimum og gav teimum at súgva. Kvennúlvurin var eitt djór, ið var Marsi heilagt, og hildið var, at gudurin hevði sent hetta djórið at ansa eftir børnum sínum. Ein spæta (heilagi fuglurin hjá Marsi) hjálpti úlvinum at geva børnunum at eta. Faustulos, ein av kongsins hirðum, sá síðani dreingjabørnini og tók tey í loyndum heim við sær, og hann og konan, Akka Larentia (2), høvdu tey síðani til fosturs.
Faustulos sendi báðar dreingirnar til Gabia at fáa undirvísing. Seinni komu Remus og Romulus aftur til Palatinheyg, har teir komu soleiðis fyri, at teir gjørdust seyðaránsmenn. Ein dagin á Avantinheyggi leyp Remus á hirðarnar hjá Amuliosi, ið sótu fyri seyðinum hjá kongi. Hirðarnir fangaðu Remus og fóru til kong í Alba við honum. Ímeðan segði Faustulos Romulusi frá, hvussu teir vórðu funnir og bað hann bjarga bróðuri sínum. Romulus fór til Alba í skundi, tók seg fjølmannaður inn í borgina, nevndi seg fyri kongi, drap hann og fríaði Remus. Hann gav abba sínum, Numitori, valdið. Aðrar sagnir siga tó, at Remus stjól neyt frá Numitori, og at hirðarnir fangaðu hann og fóru til Amulios kong við honum, sum sendi hann víðari til Numitor, tá hann frætii, at Remus hevði roynt at rænt hansara neyt. Numitor setti honum spurningar og frætti tað, ið Faustulos leingi hevði vitað: at hetta var horvni abbasonur sín. Hann fór síðani til Faustulos, ið enn hevði kurvina, og tá Numitor sá kurvina, varð hann púra vísur. Síðani skipaðu Remus og Romulus fyri álopi á Amulios, drupu hann og góvu abba sínum, Numitori, valdið aftur.