Munurin millum rættingarnar hjá "Gregorianski kalendarin"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Dagført leinki
Linja 3:
Gregorianski kalendarin varð gjørdur, tí at julianski kalendarin var eitt sindur skeivur. Miðalsólárið er ikki eitt heilt dagatal – tað er 365,2422 dagar ella umleið 365{{sfrac|1|4}} dagar – so neyðugt er við árum við ymiskari longd, og tí vórðu [[leypár]] (eisini nevnd skotár) sett inn í julianska kalendaran. Julianski kalendarin hevði fast leypár 4. hvørt ár, t.v.s. 100 leypár fyri hvørji 400 ár. Við rættingum í gregorianska kalendaranum verða 97 leypár fyri hvørji 400 ár. Í gregorianska kalendaranum er árið í miðal 365{{sfrac|97|400}} dagar ella 365,2425 dagar; hetta er so mikið neyvt, at tað ganga 3571 ár, áðrenn kalendarin er eitt samdøgur skeivur.
 
Í Danmark var ikki farið yvir til gregorianska kalendaran fyrr enn ár 1700. Danski astronomurin [[Ole Rømer]] arbeiddi við málinum, og tá [[Fríðrikur IV]] kongur tók við eftir [[Christian V]] í 1699, fekk Ole Rømer sannført hann um broytingina. Kongur gjørdi av, at dagurin eftir sunnudag 18. februar 1700 skuldi eita mánadagur 1. mars 1700. Men í [[Føroyar|Føroyum]] hendi hetta skiftið ikki fyrr enn í november [[1700]], tá dagurin aftan á leygardag 16. november varð sunnudagur 28. november.
 
[[Katólska kirkjan]] vildi hava kalendaran endurskoðaðan fyri at [[Páskir|páskirnar]] kundu verða hildnar á teirri tíðini, ið katolikkar hildu verða komið ásamt um á [[Fyrsta ráðið í Nicæa|fyrsta ráðnum í Nicæa]] í 325. Sjálvt um ein kirkjulóg frá ráðnum sigur, at allar kirkjur skulu halda páskir í senn, gjørdu tær ikki tað.