Munurin millum rættingarnar hjá "Trettandi"

Content deleted Content added
Fixed typo
Merkir: Mobilskriving Rætting frá mobilari app
Skriva ein stubba um kóparnar sum dansa á trettanda.
Linja 1:
'''Trettandi''' ella '''trettandadagur''' er heiti fyri dagin [[6. januar]] - 13. dagin eftir [[jóladagur|jóladag]] (jóladagur íroknaður). Á trettanda var fyrr vanliga dansað í ávísum bygdum. Bygd, har dansað var á trettanda, varð kallað [[trettandabygd]].
 
Vanligt hevur verið at taka veðragjólingar inn aftur á trettanda, 6. januar. Tá er brundtíðin at enda (síðan [[6. desember]], á [[niklasarmessa|niklasarmessu]]).
 
Í søgnini um kópakonuna, sum er kend bæði úr [[Mikladalur|Mikladali]] og úr [[Skálavík]], koma kóparnir upp á helluna at dansa á trettandunátt og lata seg úr haminum; tá líkjast teir menniskjum.
 
Í kirkjuárinum verða 5 sunnudagar eftir trettanda (hendinga ár 6 sunnudagar) nevndir 1. sunnudagur eftir trettanda, 2. sunnudagur eftir trettanda o.s.fr.