Munurin millum rættingarnar hjá "Teldupostur"

1 byte tikið burtur ,  4 mánaðir síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
(Nógvar stavivillur rættaðar og aðrar smærri broytingar)
s
[[Mynd:(at).svg|thumb|Kurla, sum allar teldupost adressurteldupostadressur innihalda.]]
'''Teldupostur''' er postur sendur millum [[Telda|teldur]]. Á [[Føroyar|føroyskum]] verður tað stytt til ''t-postur'', tó verður eisini enska heitið e-mail brúkt á føroyskum. Við telduposti kann ein senda ''teldubrøv'' og viðheftar fílur. Fyri at kunna senda og móttaka teldupost er neyðugt at hava teldupostadressu. Felags fyri allar teldupostadressur er, at tær innihalda teknið @. Eitt dømi kann vera domi@domi.fo. Teldupostadressurnar kunnu ikki innihalda føroyskar bókstavar sum t.d. á, í, ó, ú og ð. Fólk brúka ofta sítt navn ella stytting av navninum í teldupostadressuni. Tað finnast nógvir ymiskir veitarar, har ein antin kann keypa sær eina ella fleiri teldupostadressur, og so finnast tað eisini altjóða veitarar, har ein kann fáa sær eina ókeypis teldupostadressu, t.d. Gmail frá Google ella Hotmail frá [[Microsoft]]. Tá talan er um ókeypis teldupostadressur slepst ofta ikki undan lýsingum á netinum, sum t.d. kunnu síggjast í høgra bredda ella aðrastaðnis innbakkanum. Ein kann innstallera eina teldupostadressu á teldu síni, men tey flestu ynskja eisini at hava atgongd til sín teldupost frá fleiri ymiskum teldum, tá verður innritað gjøgnum eina ávísa heimasíðu. Hotmail adressur sum tann frá Microsoft ella Google eru ikki knýttar at nakrari ávísari teldu, ein kann rita inn frá hvørjari sum helst teldu, um bert ein minnist til brúkaranavnið, sum er teldupostadressan, og til loyniorðið.
Teldupostkassin er ofta býttur upp í fleiri partar. T.d. er innbakkin sum oftast tað fyrsta ein kemur til, har er allur inngangandi teldupostur at finna. Sendur postur er fyri seg, kladdur fyri seg, slettaður postur fyri seg, spammpostur fyri seg osfr. Hetta sæst sum oftast til vinstru ella ovast á teldupostsíðuni.
2,725

rættingar