Munurin millum rættingarnar hjá "South Dakota"

Content deleted Content added
Linja 42:
 
=== Blóðbaðið við Wounded Knee ===
[[Mynd:Hotchkiss gun wounded knee.gif|222px|thumb|Hotchkiss-kanónirnar, ið vórðu brúktar hjá amerikonsku hermonnunum til at doyðadrepa Lakota-upprunafólkið, sum vóru ein partur av lakota-ættarbólkinum.]]
[[Mynd:Woundedknee1891.jpg|thumb|right|Hópgrøv (1891) við indianarum eftir blóðbaðið við Wounded Knee í 1890.]]
Tað vóru hvítir, amerikanskir hermenn, ið framdu [[blóðbaðið við Wounded Knee]] móti siouxfólkinum (lakota-fólkinum) tann 29. desember 1890 við ánna Wounded Knee í Suðurdakota. Blóðbaðið var í sambandi við, at sioux-krígsmenn, sum langt síðan vóru sendir í eitt reservat, vóru farnir at dansa andadans. Dansurin fór sambært indianarunum at fáa tey hvítu at hvørva av preriuni og [[Bisonneyt|bisonarnar]] at koma aftur. Tey hvítu fataðu harafturímóti dansin sum krígsdans og sendu 7. reiðlið við [[James Forsyth]], obersti, á odda at steðga dansinum. Um morgunin tann 29. desember 1890 fóru hermenninir at skjóta eftir leguni uttan ávaring, millum annað við Hotchkiss-kanónum, ið vóru modernað snarskotvápn. Úrslitið var hálvtannað hundrað deyðir indianarar eftir minni enn einum tíma, herímillum kvinnur og børn og ætthøvdingurin, [[Big Foot]]. Reiðliðið harafturímóti misti fimm og tjúgu mans.