Munurin millum rættingarnar hjá "South Dakota"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 39:
=== Upprunafólkið ===
[[Mynd:Pine Ridge Agency, Young Man Afraid of His Horses and his tepee taken at, Jan.17, 1891 (Sioux). - NARA - 533072restoredh.jpg|thumb|left|220px|Siouxindiánarnir og aðrar ættir á grasfløtunum búðu í tipum. Tað vóru tjøld, gjørd úr bisonhúð, sum varð spent á eina træbeinagrind. Tipurnar vóru lættar at seta upp.]]
[[Mynd:Woundedknee1891.jpg|thumb|right|Hópgrøv (1891) við indianarum eftir blóðbaðið við Wounded Knee í 1890.]]
Siouxindiánarnir búðu á grasfløtunum í South Dakota. Teir sótu á hestbaki og veiddu bison. Húðina brúktu teir til tjøld og klæði, kjøtið til matna og horn og bein til amboð. Teir vóru raskir at berjast og gitnir fyri dirvi, og teir vóru í mongum víggi við gullgravarar og niðursetumenn, sum tóku land frá indiánunum í Dakota í [[1880-árini|1880-árunum]]. Í [[1876]] vunnu siouxindiánarnir á tí amerikanska herliðinum í tí nógv umrødda bardaganum við [[Little Bighorn]], [[Montana]]. Men seinni vórðu teir riknir inn á friðingarøkini. Nógvir [[Upprunaamerikanarar|indiánar]] í Dakota búgva har tann dag í dag.
 
=== Blóðbaðið við Wounded Knee ===
[[Mynd:Woundedknee1891.jpg|thumb|right|Hópgrøv (1891) við indianarum eftir blóðbaðið við Wounded Knee í 1890.]]
Tað vóru hvítir, amerikanskir hermenn, ið framdu [[blóðbaðið við Wounded Knee]] móti siouxfólkinum (lakota-fólkinum) tann 29. desember 1890 við ánna Wounded Knee í Suðurdakota. Blóðbaðið var í sambandi við, at sioux-krígsmenn, sum langt síðan vóru sendir í eitt reservat, vóru farnir at dansa andadans. Dansurin fór sambært indianarunum at fáa tey hvítu at hvørva av preriuni og [[Bisonneyt|bisonarnar]] at koma aftur. Tey hvítu fataðu harafturímóti dansin sum krígsdans og sendu 7. reiðlið við [[James Forsyth]], obersti, á odda at steðga dansinum. Um morgunin tann 29. desember 1890 fóru hermenninir at skjóta eftir leguni uttan ávaring, millum annað við Hotchkiss-kanónum, ið vóru modernað snarskotvápn. Úrslitið var hálvtannað hundrað deyðir indianarar eftir minni enn einum tíma, herímillum kvinnur og børn og ætthøvdingurin, [[Big Foot]]. Reiðliðið harafturímóti misti fimm og tjúgu mans.