Munurin millum rættingarnar hjá "Barbie"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Linja 37:
Trætur, ið standast av Barbie, fevna ofta óttan, ið stendur av at børn síggja Barbie sum eina fyrimynd, og at tey vilja líkjast henni. Tann mest vanliga trætan snýr seg, um at Barbie vísir eina órealistiska mynd av kvinnukroppinum, og gevur tað ungum kvinnum eina skeiva mynd av veruleikanum. Skal hetta økja um vandan fyri, at ungar gentur fara at royna at líkjast dukkuni og verða anoreksikar. Tá Háskúlasjúkrahúsið í [[Helsinki]] í [[Finnland|Finnlandi]] rannsakaði, hvussu mátini á Barbie høvdu verið, um dukkan var fulla stødd, var niðurstøðan at Barbie hevði manglað 17-22% av "bodyfat" til at kunna menstruera.<ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/magazine/7920962.stm Heintað 19.03.2015</ref> Í [[1963]] komu fylgilutirnir "Barbie Baby.Sits" ið vóru klæðir og bókin ''How to Lose Weight (Hvussu Skalt tú tapa teg) við ráðinum'' "Don't Eat" (Ikki Eta).<ref>Sarah Sink Eames, ''Barbie Fashion: The complete history of the wardrobes of Barbie doll, her friends and her family, Vol. I, 1959–1967'', ISBN 0-89145-418-7</ref> Sama bók var eisini við í settinum "Slumber Party", saman við eini baðivekt, ið var fastsett á 50 kiloum (110 Ibs.) Slík vekt hevði gjørt eina kvinnu, við mátum Barbie í veruleikanum 15 kg í undirvekt.<ref>M.G. Lord, ''Forever Barbie'', Chapter 11 ISBN 0-8027-7694-9</ref> Í [[1997]] fekk Barbie eina breiðari miðju, sum Mattel segði at passaði betur til nútíðar mótasnið.<ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/business/32312.stm Heintað 19.03.2015</ref>
 
"Litaða Francie" kom á marknaðin í [[1967]]. Hon er mett at vera fyrsta afroamerikanska Barbiedukkan. Francie var stoypt í sama formi til høvd, ið verður nýttur til hvítu dukkurnar, og hevði Francie tí ongi afrikonsk eyðkenni onnur enn húðarlitin. Fyrsta afroamerikanska dukkan í Barbie røðini er vanliga sagt at vera Christie, sum kom á marknaðin í [[1968]].<ref>http://www.mastercollector.com/articles/dolls/dollnews31301.shtml </ref> "Svørt Barbie" kom á marknaðin í [[1980]], men dukkan hevði enn ongi eyðkenni onnur enn húðarlitin. Í [[september]] [[2009]] kom so "So In Style" røðin, ið var skapt til at vísa eina meira realistiska mynd av afroamerikonskum kvinnum enn í upprunaligu dukkunum.<ref>http://www.foxnews.com/story/2009/10/09/mattel-introduces-black-barbies-gets-mixed-reviews/ Heintað 19.03.2015</ref>
 
Í [[juli]] [[1992]] gav [[Mattel]] út ''Teen Talk Barbie'', ið tosaði fleiri setningar á enskum, har ímillum "Fara vit nakrantíð at eiga nokk av klæðum", "Eg elski at shoppa" og "Hevur tú hug til eitt Pizza-gildi". Hvør dukka var innstillað til at siga 4 útav 270 setningum, soleiðis at ongin dukka skuldi vera líka. Ein av hesum setningum var "Støddfrøði er ring". Sjálvt um bert áleið 1.5% av øllum dukkunum søgdu hendan setningin, so varð eitt trætumál burturúr frá American Association of University Women. Í [[oktober]] [[1992]] boðaði Mattel frá at ''Teen Talk Barbie'' ikki longur fór at siga umrødda setning, og bjóðaði teimum, ið áttu eina slíka dukku at býta hana um, vildu tey tað.<ref>http://www.nytimes.com/1992/10/21/business/company-news-mattel-says-it-erred-teen-talk-barbie-turns-silent-on-math.html?scp=1</ref>