Munurin millum rættingarnar hjá "Falklandsoyggjar"

Content deleted Content added
villu rættað
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Linja 35:
=== Fólkaatkvøða 2013 ===
 
Úrslitið av fólka­atkvøð­uni í 2013 á Falk­lands­oyggjunum er greitt: Næstan 100 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, siga ja til, at oyggjalandið fram­hald­andi skal vera part­ur av [[Stóra Bretland]]i <ref>http://news.yahoo.com/falklands-vote-shows-99-8-pct-want-stay-034859843.html</ref> <ref>http://www.euronews.com/2013/03/12/falkland-islanders-vote-99-percent-to-remain-british-in-referendum/</ref>. 99,8 prosent av falk­lend­ingum hava atkvøtt ja til Stóra Bretland. Meirlutin er so stórur, at hann næstan er skemtiligur, men hetta gjørdist úrslitið av fólkaatkvøðuni á Falk­landsoyggjunum, og tað kemur ikki óvart á: Falk­lendingar vilja vera partur av [[Stóra Bretland]]i, soleiðis sum allar kanningar fram­m­anundan fólkaatkvøðuni eisini vístu púra greitt. 1517 fólk greiddu at­kvøðu, og hetta er ein val­luttøka uppá 92 prosent. Og bara tríggir av teimum 1517 veljarunum søgdu nei til Stóra Bretland. Falklendingar minn­ast enn serstakliga væl, tá [[Argentina]] gjørdi inn­rás í 1982 og tað óhugna­liga kríggið, sum valdaði í tríggjar vikur, til Stóra Bretland hevði bart argentinarar aftur. Fólkaatkvøðan varð hild­in, tí Argentina heldur fram at trýsta á fyri at fáa bretar at sessast við samráðingarborðið. Argentina vil hava oyggja­landið undir sítt ræði, men [[London]] hevur víst hesum frá sær.
 
== Myndir ==