Munurin millum rættingarnar hjá "Samkyndleiki"

Content deleted Content added
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Linja 42:
== Sjálvmorð ==
 
Tað er eitt sindur síðani, at granskingarútslit fyrst gjørdu vart við, at sjálvmorðsroyndir eru nógvar ferðir vanligari millum samkynd enn millum onnur fólk <ref>http://www.nrk.no/nyheter/distrikt/nrk_nordland/5008761.html</ref> <ref>http://tidsskriftet.no/article/588706</ref>. Ein [[USA|amerikonsk]] kanning frá [[1998]] av samkyndum dreingjum í framhaldsskúlunum í aldrinum 15 til 22 vísti, at í mun til restina av fólkinum, t.e. javngamlar dreingir, royndu næstan sjey ferðir so nógvir av hesum dreingjum at beina fyri sær, ella ávikavist 28 % og 4 % <ref>http://www.safeschoolscoalition.org/SuicideamongGLByouth.html</ref>.
 
Higartil mest umfatandi [[Norðurlond|norðurlendska]] kanningin av vælferð og umstøðum hjá samkyndum varð gjørd í [[1999]] í [[Noreg]]i. Har kom fram, at 16 % av gjeikarunum og 20 % av teimum lesbisku høvdu onkuntíð roynt at forkomið sær <ref>http://kilden.forskningsradet.no/c16880/artikkel/vis.html?tid=43575</ref>. 88 % vóru undir 25 ár, tá ið tey gjørdu hesa roynd. Fjórða hvør menniskja undir 25 ár hevði minst eina sjálvmorðsroynd á baki. Tøl siga ikki allan sannleika, men tey, sum eru nevnd her, benda á, at tíðleikin av sjálvmorðsroyndum í [[Norðurlond]]um er upp til fimm ferðir so høgur millum samkynd sum millum fólk annars.