Munurin millum rættingarnar hjá "Pakistan"

Content deleted Content added
Lien Shan (kjak | íkøst)
Added ccTLD
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Linja 45:
== Landafrøði ==
 
Tað Islamska Tjóðveldið Pakistan er landið, har sum áin [[Indus]] og tvøráir hennara renna; áin Indus kemur úr fjøllunum í [[Tibet]] norðan fyri [[Himaleia]]. Hon rennur ígjøgnum láglendið í Pakistan og út í Arábiuhavið <ref>http://snl.no/Pakistan</ref>. Fimm áir renna í Indus, tær eru Jhelum, Chenab, Ravi, Sutlej og Beas, sum eru upprunin til navnið ''Punjap'', ið merkir "fimmáalandið". Aðrastaðni í Pakistan hava víðfevndar vatnveitingarætlanir gjørt runnafløtur og hálvoyðimørk til fruktagott akurlendi. Í Pakistan er veðurlagið sera turrligt. Tann vestari parturin av landinum er [[oyðimørk]] ella runnasteppa <ref>http://snl.no/Naturgeografi_i_Pakistan</ref>. Har ganga hirðarnir við [[Seyður|seyði]], [[ross]]um, neytum, [[Kamelur|dromedarum]] og geitum at leita sær eftir vatni og beiti. Men á láglendinum, har sum Indus og tvøráir hennara renna, veksur betur, tí har hava teir áarvatnið at veita á velturnar. Láglendið var einaferð í tíðini ein breiður fjørður inn úr Arábiuhavinum, sum áin Indus hevur fylt við tí nógva gruggi, sum hon hevur havt við sær úr Himaleiafjøllunum, tá ið regntíðin hevur herjað har. Indusáin er byrgd í fleiri støðum. Tann størsta byrgingin er við Sukkur. Hon er 1,6 km long. Úr tí stóra vatninum oman fyri Sukkur-byrgingina, hava teir lagt 60.000 km av veitingum út á tær turru eingirnar fyri vestan og fingið tær til fruktagóðan bø.
 
== Búskapur ==
Linja 51:
[[Landbúnaður]] er høvuðsvinnan í Pakistan. Flestu fólk liva av landbúnaði, men stór framgongd er í ídnaðinum, helst í bummullar- og klædnaídnaðinum <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/pk.html</ref>. Handverksídnaður sum teppiveving og metalsmíð eru eisini týdningarmiklir vinnuvegir. Fruktagóða slættlendið í [[Punjab]] er besta landbúnaðarlendið í Pakistan. Vatn úr [[Indus]], haðan fólkið eisini fær drekkivatn og [[ravmagn]], verður veitt á fruktagóðu jørðina. Í teimum vatnaðu veltunum í Pakistan velta teir hveiti í tí kaldari árstíðini og hirsi, bummull og mais í tí heitari árstíðini. Bummullin verður virkað í bummulsvirkjunum í [[Karachi]] ella seld til onnur lond <ref>http://www.fao.org/nr/water/aquastat/countries_regions/pakistan/index.stm</ref>. Teir selja eisini t.d. ull, húðir og skinn.
 
Nógv ár við kríggi og [[Náttúruvanlukka|náttúruvanlukkum]] hava elvt til eina nýggja hungurskreppu í 2013, har umleið helmingurin av íbúgvunum ikki hevur trygga atgongd til mat. Stríð og bardagar í stammuumráðum nærhendis afganska markinum hava bara gjørt trupulleikarnar enn størri, samstundis sum fjølmiðlar hava gjørt lítið burturúr. Tað upplýsir [[WFP]], sum er heimsmatvørustovnurin hjá ST <ref>http://www.vg.no/nyheter/utenriks/artikkel.php?artid=10117845</ref> <ref>http://www.wfp.org/countries/pakistan</ref> <ref>http://www.examiner.com/article/wfp-director-urges-renewed-effort-to-fight-hunger-pakistan
</ref>.