Munurin millum rættingarnar hjá "Russiska kollveltingin 1917"

Content deleted Content added
mynd
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Linja 6:
Í 20. øld ráddi Zarin í øllum [[Russland]]i. Konufólk, bóndir og fólk ið ikki áttu nógv, vóru kúgaði niður. Tey høvdu rætt til lítið og einki, lítið var av peningi og mati. Hann lovaði ei heldur fólkinum í skúla. 75 % av fólkinum dugdi hvørki at lesa ella skriva. Hann gjørdi hetta tí hann helt um fólk blivu útbúgvin, so broyttu fólk sína politisku meining, og so var størri kjansur fyri at hann bleiv valdur frá. Teir sum høvdu nógv vald vóru góðseigarnir, kirkjan, aðalin og Zarurin. Góðseigarinir vóru teir sum áttu jørðina og bóndin var lívognarbóndi. Tað meinast við at hann var ein partur av góðsinum júst sum fenaðurin. Tey sloppu ikki at flyta, um ikki góðseigarin segði at tey kundu og hann hevði eisini rætt at revsa bóndan. Aftnaná at bóndirnir fingu frælsi broyttist lítið og einki.
 
Í 1890 royndi Russland at fáa gong í ídnaðin. Fyritreytirnar vóru góðar tí í jørðini var nógv kol, jarn og olja. Men teir høvdu trupulleikar við at flyta hesar , so tey gjørdu eina jarnbreyt um [[Sibiria]] til Kyrrahavs. Hendan jarnbreytin gav Russland nógvir møguleikar. Teir kundi leggja øki í Kina undir seg, grava eftir málmi í Sibiria og fáa fólk at flyta til Sibiria og síðani búseta seg har.
Russland lánti pening frá [[Frakland]]i, og eisini fekk Russland íðnaðarvirksemi. Men bøndirnir goldu í roynd og veru mest. Teir fyrstu sum fóru at arbeiða í íðnaðinum, tað var bóndir ið vóru fluttir til [[Skt. Pætursborg]] og [[Moskva]]. Livikorini har vóru betri, men tey høvdu ikki lov til stovna verkfeløg ella fara í verkfall. Í teimum stóru býinum vóru politiskirflokkar stovnaðir í loyndum. Ein av teimum var ein sosialistiskur flokkur, sum Vladmir Iljitsj Uljanov, sum kallaðist Lenin, hevði stovnað. Hann var ein eldhugaður kollveltingarmaður. Hann helt at tað nyttaði einki at drepa Zarin, men haraftur ímóti stovna ein sterkan flokk, við lærdum og kollveltingahugaðum fólkið, sum kundi kollvelta gomlu skipanina. Flokkurin hjá honum kallaðist Russiski sosialdemokratiski arbeiðaraflokkurin, men bleiv kallaður bolsjevikkaflokkurin, sum merkir meirlutan. Í 1915 gjørdist uppreistur ímóti sarinum, men eingin politiskurflokkur hevði skipað fyri uppreistrinum. Loyniløgreglan hjá Zarinum hevði gjørt tað sodan at politisku oddamenninir vóru noyddir til at rýma til Vesturevropa, ella vóru burtursagdir til Sibira. Lenin var í Sveis.