Munurin millum rættingarnar hjá "Kirkjur í Føroyum"

Content deleted Content added
Hjart (kjak | íkøst)
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Linja 1:
Tað eru umleið 70 [[Kirkja (hús)|kirkjur]] tilsamans, og 65 av teimum eru framvegis í brúki. Gamla kirkjan í [[Gøta|Gøtu]] og kirkjan á [[Nes]]i eru t.d. ikki longri í føstum brúki, men verða tó framvegis brúktar við serlig høvi. Tað er ymiskt, hvussu nógvar kirkjur eru í hvørjum prestagjaldi. Norðstreymoyar prestagjald hevur ikki færri enn 8 kirkjur, tí næst kemur Sandoyar prestagjald við 6 kirkjum, síðani koma Norðoya eystara og Norðoya vestara , Vága og Suðuroyar sunnara prestagjald við 5 kirkjum hvørt, síðani koma Sjóvar, Eiðis, Suðurstreymoyar vestara og Suðuroyar norðara prestagjald við 4 kirkjum hvørt. Í Fuglafjarðar og Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru 3 kirkjur í hvørjum, og í Nes og Glyvra prestagjaldi eru 2 kirkjur í hvørjum. Í fleir prestagjøldum eru eisini bønhús, har presturin ella prestarnir av og á halda gudstænastu.
[[Ólavskirkjan]] í [[Kirkjubø]] er nógv elsta kirkja í [[Føroyum]]. Gamalt er sagt í Kirkjubø, at árstal hennara eru fýra eitttøl, og er hetta rætt, er elsti parturin av kirkjuni bygdur longu í 1111. Næstelsta kirkjan í Føroyum er [[Havnar Kirkja|Dómkirkjan]], sum varð vígd 3. [[Sunnudagur|sunnudag]] í advent í [[1788]].