Munurin millum rættingarnar hjá "Schleswig-Holstein"

Content deleted Content added
No edit summary
Holder (kjak | íkøst)
s corr using AWB
Linja 43:
 
== Søga ==
Frá [[bronsuøld]]ini til [[víkingatíðin]]a mentist í Slesvig-Holstein fýra mál- og fólkabólkar norðurgermanskir jydar og danir (í Slesvig ella Sønderjylland), [[frísar]]nir (í Norðurfrísalandi), teir vesturgermansku saksarnir (í Holstein) og teir slavisku [[obotrittear]]nir (í Eysturholstein ella Wagrien). Millum [[768]] og [[811]] var ofta stríð millum tann kristna [[keisari|keisaran]] [[Karl hin Stóri|Karl hin Stóra]] (Karlamagnus) og teir heidnu norðurgermanarnir (skandinavarnir). í [[811]] varð tað avgjørt í einari friðaravtalu, at [[Ejderen]] skuldi vera mark ímillum karolingarnir og [[Danmark|danir]]. Seinni misti markið sín praktiska týdning, men var til juridiskt líka til tað Týsk-rómverska ríkið datt sundur í [[1806]] ella kanska líka til [[1864]]. Frá [[1111]] øktist sjálvstøðan báðu megin Ejderen , og [[hertogadømi]]ni [[Hertogadømið Slesvig|Slesvig]] (sum danskt len) og [[Holstein]] (sum týskt len) varð stovnað. Samstundis var ta tætt politiskt og búskaparligt samband millum økini. Tíðliga í [[13. øld]] royndi danski kongurin at innlima Holstein í sítt ríki, men tað miseydnaðist orsakað av tapinum í bardaganum við Bornhøved, og orsakað av mótstøðu frá teimum norðurtýsku fúrstunum. Í [[1386]] vóru Slesvig og Holstein fyrstu ferð sameind við tí heraldiska vápninum. Í [[1460]] valdu aðalstættin og borgarskapurin, eftir at schauenburgarnir doyðu út á mannfólkasíðuni, kongin [[Kristian 1. av Danmark og Noregi|Kristian 1.]] av tí týska fúrstahúsinum [[Oldenburg]] til hertoga av Slesvig og Holstein. Personaluniónin við Danmark vardi til [[1864]], tá hertogadømini vóru vunnin av [[Preussen]] og [[Eysturríki]] og í 1866 innlimað í Preussen.
 
== Landafrøði ==