Munurin millum rættingarnar hjá "Venus"

Content deleted Content added
Nakrar smáar rættingar
No edit summary
Linja 6:
Venus er á stødd við jørðina og verður tí nevnd tvillinga systir okkara. "So tekkilig og eygagóð sum Venus vøn og skar" skrivaði [[Poul F. Joensen]] á sinni um gongustjørnuna Venus, og tað er heldur ikki so løgið. Venus er bjartasti himmalknøttur, tá ið [[sólin]] og [[mánin]] ikki verða tikin við. Venus sæst best í [[januar]] og [[februar]], og stendur hon lágt á himli. Til støddar er hon sum [[jørðin]]. Ýtan er sum oyðimørk full í klettum.
 
Venus hevur luft sum á jørðini. Gongustjørnan er væl bjálvað í tjúkt lofthav, men luftin er eitrandi. Luftin er mest av [[koltvísúrni]] (96,5  %) og [[køvievni]] (3.5 %). Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggjar javnan hita á ýtuni. Rúmdarfør hava mált 475 °C á Venus - so har gløða klettarnir í náttarmyrkrinum - og trýstið er heilar 90 atm. Í lofthavinum eru m.a. eisini [[svávulsýra]], [[vatn]] og [[kolsúrni]]. Skýferðin á Venus er so tjúkk, at ýtan sæst ikki í kikarn, men við radarakanningum av jørðini er staðfest, at Venus hevur øvugan snúning. Tí gongur sólin á Venus eystureftir á luftini, og ikki sum hjá okkum, vestureftir. Um Venus melur eingin máni.
 
== Hagtøl ==