Munurin millum rættingarnar hjá "Amerikanska Sámoa"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 33:
== Landafrøði ==
 
Oyggjarnar liggja í Polynesia í Kyrrahavinum, einar 100 km eystur úr Lýðveldinum Sámoa og eru partur av [[Sámoaoyggjar|Sámoaoyggjunum]]. [[Pago Pago]] er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni [[Tutuila]], sum er tann størsta oyggin. Á Amerikanska Sámoa, sum er 199 ferkilometrar til støddar, búgva 54 517 fólk og á Tutuila (142 ferkilometrar) 50 000, so [[fólkatættleiki]]n er høgur. Á Tutuila er fólkatættleikin uml. 400 fólk fyri hvønn km², og í t.d. [[Streymoy]]nna uml. 60 fólk fyri hvønn km². Amerikanska Sámoa (199 ferkilometrar) er nakað størri enn [[Vágar]], sum er 177 km². Tað vil siga, at [[Føroyar]] eru 7 ferðir størri enn Amerikanskt Sámoa. Sjey oyggjar eru í landinum.<ref>http://www.sydhav.no/Amerikansk%20Samoa/fakta.htm</ref> Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar; tær størstu av Amerikonsku Sámoaoyggjunum eru Tutuila, Aunu'u, Ofu, Olosega og Ta’u. Av teimum er oyggin Tutuila størsti parturin og har tað búgva flest fólk; 95 prosent av fólkatalinum í 2014 búgva á Tutuila. Motu O Manu (Rose Atoll) er einasta oyggj í Amerikanskum Sámoa, har ongi fólk búgva.
 
Oyggjabólkurin er av vulkanskum uppruna. Hjálandið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur á umleið 29 °C alt árið<ref>http://www.samoa.travel/about/a5/Practical-Information</ref>, og sum minnir nógv um veðurlagið á [[Hawaiioyggjar|Hawaiioyggjunum]]. Kaldasta tíðin er frá [[november]] til [[apríl]], og hetta tíðarskeiði verða oyggjarnar onkuntíð raktar av tropiskum [[Ódnir|ódnum]]. Á oyggjunum eru fleiri høg eldfjøll, men nú er bara eitt, sum ger um seg. Mesta regnið er frá [[januar]] til [[mars]].<ref>http://www.prh.noaa.gov/peac/peu/2012_1st/american_samoa.php</ref>