Munurin millum rættingarnar hjá "Viktoriavatn"

Content deleted Content added
víðkaði greinina + myndir
No edit summary
Linja 2:
'''Viktoriuvatn''' (eisini rópt ''Nnalubaale'', ''Nam Lolwe'' ella ''Nyanza''; enskt: ''Lake Victoria'') er størsta vatnið í [[Afrika]].
Vatnið liggur millum londini [[Uganda]], [[Kenja]] og [[Tansania]], uml. 1100 metrar yvir havfløtuni.
Tað er í mesta lagi 359 km langt og 337 km breitt, vatnið er 59,947 km2ferkilometrar til víddar og størsta dýpd er 74 metrar.
 
Størsti partur av norðara vatnhelminginihelmingini liggur í Uganda, meðan ein smáur partur við landnyrðingsstrondina er undir Kenja.
Sunnari helmingurin av vatni liggur yvirhøvur í Tansania.
km2
 
Frárenslið er í norðara enda. Vatnið haðani rennur gjøgnum [[Nilá]] út í [[Miðjarðarhav]]. Nógvur fisk­ur er í Viktoriavatni. Tað hevur eisini stóran týdning sum farleið millum londini [[Kenja]], [[Uganda]] og [[Tansania]]. Fyri at fáa meira burtur úr fiskivinnuni varð eitt nýtt fiskaslag slept út í Viktoriavatn í 1950-árunum. Tað var nil-áburran, sum ikki hevði verið í vatninum áður. Nil-áburran treivst væl, og nógv meira varð nú fiskað. Men seinni vísti tað seg, at nógv onnur fiskasløg minkaðu í staðin. Hetta vóru fiskasløg, sum fiskimenninir, ið búðu fram við vatninum, fiskaðu við smáum útróðrarbátum. Í staðin komu stór fiskiskip langvegis frá at fiska nil-áburruna. Í Viktoriavatni trívist ein vatnplanta, ein hýasint, sum helst er komin úr einum urtagarðshyli. Hesin vøksturin flýtur omaná og fjalir stórar partar av vatninum. Tað ger, at bátar illa fáa siglt. Men nú er eitt skordýraslag sett út, sum etur hesa vatnplantuna, og tí er ikki so nógvur ampi av henni longur.