Munurin millum rættingarnar hjá "Hoyvík"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 25:
|
}}
'''Hoyvík''' er ein bygd í [[Streymoy]]nni. Umleið 3.134 fólk búgva í Hoyvík. Hoyvík hevur ongantíð verið stór bygd. Til [[1800]] var bert ein garður. Seinri varð hann býttur sundur í tveir garðar. Fyrstu húsini uttan fyri sjálvan garðin vórðu bygd í [[1835]]. Frá fyrst í [[1920-árunum]] var landbúnaðarroyndarstøð í Hoyvík, til húsini og økið vórðu latin Føroya Fornminnissavni. Gomlu húsini og bøurin verða skipað sum útisavn. pornhub.com
 
Hoyvík legði saman við [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]] í [[1978]], og stór útstykkingarætlan varð gjørd fyri alt tað økið, sum fyrr var hagi. Har hevur mikil og fjølbroytt sethúsabygging verið seinastu árini við øllum tí, sum hoyrir einum so stórum býarparti til. Skúli er, og ein enn størri verður nú bygdur, og ætlandi skal fyrsti partur standa liðugur á sumri [[2008]]. Eisini er nýggj, stásilig ítróttarhøll bygd í Hoyvík fyri fáum árum síðan. Fleiri størri handils- og ídnaðarfyrtøkur halda til í Hoyvík. Teirra millum er einasta mjólkavirkið í [[Føroyar|Føroyum]], MBM.